Hin heimskendi heimsspekingurin Niels Uni Dam (Mona Lisa) ger vart við seg og sína sosialistisku tankagongd í vikuskiftis-blaðnum hjá Sosialinum hin 13 september, har hann skuldsetur fólkafloksfólk fyri at vilja hav a eitt klassasamfelag, har tey gomlu skuldu verði skotin, og tey fátæku skuldu fingi so ring kor, at tey umsíðir doyðu? Eg veit ikki hvar, ið Niels Uni Dam ætlar sær við slíkum tápuligum útsagnum um ein bólk av samfelagnum?
Tað er sjálvandi nemt at vera tann reina samvitskan hjá síni tjóð, tá ið man til konsertir rennur runt hálv-nakin á pallinum framman fyri lítlum smágentum!
Heilt erligt, so visti eg ikki, at Niels Uni Dam var so svart/hvítur í sínum hátti at lýsa Fólkaflokkin og veljarar hans.
Tað er harmiligt at hoyra hvussu ræðulig vit fólkafloksfólk eru, tá ið hugsað verður um skattapolitikkin hjá flokkinum. At vilja geva pengar aftur til borgaran ístaðin fyri at fylgja vinstrahallum sentraliseringstankum um at seta eina nýggja nevnd ella onkran arbeiðsbólk til at gera okkurt tilmæli, og so gongur leiðin víðari upp í pappírsveldinum.
Eitt dømi uppá góðan nevndarsið er t.d. loyvisnevndin, sum var farin summarferiu aftaná eitt hart arbeiði um at tøma mineralvatn og kaffi í onkrum nevndarhølum, men sum enn ikki kann fáa fingurin úr bakpartinum til at geva t.d. Gallarínum á Áarvegnum eitt skeinkiloyvi.
Nokk um tað! Vit eru sjálvandi samdir Niels Uni um, at tað er púra ógjørligt at hugsa sær, at vit kundu spart og effektivisera ta almennu umsitingina, sum eftirhondini tykist at fara avstað við sínum stóra parti av skattapeninginum.
Skattalætti, skal eg fortelja tær Niels Uni, er ikki tað sama sum yvirhøvur ikki at gjalda skatt. Tíverri ert tú farin at mála hin versta á veggin, tá ið umræður skattalætta.
Trupulleikin er tann, at vit liva í einum samfelag, har tað almenna kostar ov nógv, men tað eru Per og ikki minst Pól, sum noyðast at slítast við tað. Kundu vit skori eitt petti av tí ov nógva rómanum, ið liggur omaná ta almennu køkuni, so kundi man givi teimum, ið hava goldið, eitt sindur aftur. Harvið gerst tað hugaligari at arbeiða.
Annars ætli eg mær ikki niður í nakrar smálutir, tí tað er so torført, tá ið fáast skal við ein persón, ið antinn sær hvítt ella svart, men møguligari verður tann trupulleikin burtur um nøkur ár, tá ið tú ert vorðin vaksin.