Eitt av stóru sølustøðunum av góðgæti í høvuðsstaðnum er Føroya Keypssamtøka í Hoyvík. Bent Lundsgaard, deildarleiðari í FK, sigur, at tað fyrst og fremst eru karamellirnar, sum nógv verður selt av undan jólum, men eisini onnur sløg av góðgæti selja væl, sigur hann. Umleið ein fjórðingur av árligu góðgætissøluni hjá FK verður seldur seinastu seks vikurnar av árinum.
- Marsipan og bleytt nougat hoyra jólunum til, og tí gongur tað eisini rættuliga væl. Síðani er tað alt hetta serliga jólagóðgæti, so sum sjokulátanissur og annað, ið nokk so fitt verður selt av, sigur Bent Lundsgaard.
Hann greiðir frá, at hóast nógv verður selt av karamellum, so er tað ikki nakað, sum gevur Føroya Keypssamtøku yvirflóð av pengum, tí vinningurin er sera lítil á karamellum. Bent Lundsgaard sigur, at skal man taka dagar millum tey trý stóru sløgini av karamellum, so er tað Quality Street, sum selur best í ár.