Ruskinnsavning: Klokkan er hálvgum tíggju á morgni, og í kaffivogninum á kajini situr heilt fitt av fólki. Her ímillum eru nakrir av ruskmonnunum í Tórshavnar Kommunum, sum eru komnir at fáa sær ein kaffimunn og eina sigarett. Í fyrstuni eru teir ikki so prátingarsamir, men tá glið er komið á, stendur ikki á fyri at fortelja, hvat málið snýr seg um.
? Trupulleikin er tann, at ruskposarnir eru yvirfyltir, teir viga ov nógv, og so standa teir aftan fyri hús, niðri í trappum, uppi í trappum, inni í skápum og í kjallarum, greiða ruskmenninir frá.
? Fyri tað fyrsta, tá posin vigar ov nógv er tað næstan ógjørligt at klára at bera hann, serliga tá hann stendur langt vekk frá vegnum. Tá verða vit noyddir at draga hann aftaná okkum fyri at fáa hann við, og um tú dregur posan, so kemur hol á, og kemur hol á, so endar eitt sindur av ruskinum í túninum. So ringja fólk og klaga um, at alt ruskið ikki er tikið, og tað vit vildu gera var rætt og slætt at gera eina góða gerð, og taka ruskið, sjálvt um posin var so fullur.
Tá ruskposarnir standa goymdir aftanfyri hús, í kjallarum og aðrastaðni, so hevur hetta við sær, at tá avloysarar so koma, so vita teir ikki, hvar teir finna posarnar, og so aftur at klaga.
Óumhugsin
Afturvendandi tykist at vera, at fólk eru alt ov óumhugsin tá tey lata rusk í posarnar. Tey hugsa als ikki um, at tað kemur ein persónur eftir posanum, og posin eigur tí at uppfylla ymsar treytir. Tórshavn Kommuna lýsti í gjár í fjølmiðlunum við reglunum fyri, at ruskposar skulu verða avheintaðir, og um hesar treytir ikki verða uppfyltar, so eigur posin ikki at verða tikin.
? Posarnir eiga ikki at viga meira enn eitt vist, alt eftir, hvussu langt teir standa frá vegnum. Men flest allir posar viga nógv meira enn hámarkið. Harafturat so blaka fólk blæður, bind og aðra óhumsku ovast í posanum, og teir 20 cm, sum eiga at vera til okkum at taka í, eru als ikki har, siga ruskmenninir við einum suffi.
? Allir av okkum hava skorið okkum av posunum, bæði eina ferð og tvær ferðir. Brotnar fløskur, rútar, gløs, saksar... alt verður blakað í posan uttan at pakka tað inn. Eisini dósirnar, sum til dømis kettumatur er í eru herviligar.
Eisini visti ein ruskmaður at fortelja um ta einu ferðina hann hevði tikið ein ruskposa. Tá stakk ein knívur úr posanum, og tað varð bert av tilvild, at hann ikki hevði svinga posan uppá ryggin tann vegin knívurin vendi út. Ikki fyrr enn hann setti posan frá sær, sá hann, at knívurin stakk úr.
? Fólk hugsa ikki um, at tað eru fólk, sum heinta teirra rusk. Tað taka tey fyri givið, og tí hugsa tey ikki um, hvat tey gera.
Venjast betri
Talan er mestsum um eina hugburðsbroyting. Fólk skulu hava eina beina linju at ganga eftir, júst sum í londunum rundan um okkum. Har hava tey ein ruskpolitikk, og um hann ikki verður yvirhildin, so verður posin ikki heintaður.
Nú er tað eisini gjørt soleiðis, at tað er ókeypis at koyra rusk niðan á brennistøðina, og hetta er fyri at lætta um hjá ruskmonnunum, men siga teir, at tað eru tey fægstu í brúka henda møguleikan.
? Vit merkja væl og virðiliga á ruskinum um tað hava verið høgtíðir. Tá eru posarnir stúvstappaðir og ofta stendur eisini eyka rusk við síðurnar av. Fólk eru eisini so dovin, at um vit ikki taka hetta eyka ruskið við okkum, so stendur tað bara har til næstu ferð. Vit gerast ikki sterkari, sjálvt um tað hava verið jól, og tí kann tað heldur ikki vera rímiligt, at posarnir viga meira.
Ruskmenninir halda, at kommunan átti at sent ein faldara í hvørt hús, har greitt stóð, hvørjar treytir skulu uppfyllast fyri, at ruskposin skal verða heintaður. Er tað minsta galið, so eigur posin ikki at verða tikin. Teir høvdu eisini viljað, at viðurskiftini vórðu skipað eins og tey á IRF.
Havnin er jú ein stórur býur, og hvønn dag heinta ruskmenninir millum 700 og 800 ruskposar, og tá eru eyka ruskposarnir ikki taldir við. Um hvør ruskposi vigar 40 kg, sum er hægst loyvda mark um ruskposin stendur minni enn 3 m frá bilinum, so hava teir tilsamans borið 32.000 kg ein dag, og eftir eini viku hava teir borið 1,6 tons. Síðani skalt tú eisini leggja eyka ruskið afturat.