VALFEPUR
Sjálvstýrisflokkurin hevur altíð gjørt tað til eina dygd, at hann var ein sosialliberalur flokkur, og soleiðis sum einasti flokkur rakk tvørtur um gjónna millum vinstra og høgra í føroyskum politikki. Hvat leggja tit í tað?
- Grundleggjandi, so er flokkurin liberalistiskur. Privatur ognarrættur og tað fría initiativið mugu vera í hásæti, men tá ið tað er sagt, so ásannar flokkurin, at tað almenna hevur eina skyldu at stýra í summum førum. Marknaðurin má sleppa at virka, men marknaðarkreftirnar mugu ikki sleppa at gerast lóg. Stýring er neyðug í summum førum, m.a. tá ið tað ræður um at røkja tað, vit nevna ognir Føroya fólks. Tað almenna hevur eina serliga uppgávu, tá ið tað ræður um at tryggja lívsgrundarlag og politisk rættindi hjá tí einstaka borgaranum. Ikki minst eitt sosialt rættvísi. Tað er her, at tað sosiala kemur inn.
Nógv av hasum kunnu flestu flokkarnir taka undir við í dag. Stórir flokkar, sum Javnaðarflokkurin og Tjóðveldisflokkurin ganga í dag inn fyri einskiljing og taka á flestu økjum marknaðin fram um almenna stýring. Sambandsflokkurin tykist at vilja styrkja um sín sosiala profil?
- Ja, og tá ið sjálvt Fólkaflokkurin við sínum nýggja formanni lýsir seg sjálvan sum ein sosialliberalan flokk, so haldi eg, at vit kunnu siga, at vit vunnu tað ideologiska stríðið. Nú eru allir flokkar meira ella minni har, ið Sjálvstýrisflokkurin alla tíðina hevur verið, og allatíðina hevur sagt vera tað rætta staðið at vera. Teir hava upp á ein máta givið okkum rætt.
Er nakar serligur uggi í tí, tá ið tit við bert einum tingmanni og í andstøðu hava hug at hvørva í rúgvuni?
- Nei, tað er ikki altíð lætt. Men vit kunnu ikki annað enn halda fast við tað, sum vit altíð hava trúð uppá. So má tað vera upp til veljararnar at meta um ta røttu vøruna. Vit eru ein lítil flokkur, men teir, vit kappast við, hava mangan tann trupulleika, at har er hart stríð ímillum vengur. Tað eru ikki øll tingfólk hjá flokkunum á høgra veingi, ið eru líka hugað fyri teimum sosialu málunum. Og stóru flokkarnar til vinstru í politikki hava tað ikki altíð líka lætt innanborða, tá ið einskiljingar koma fyri, og tá ið tað skal verða forðað tí almenna at hava ein leiklut. Har vita fólk, hvar tey hava Sjálvstýrisflokkin. Vit eru bjartskygd, tí ivaleyst er boðskapur floksins náddur út til fólkið. Seinasta veljarakanningin gav Sjálvstýrisflokkinum tveir tinglimir, og so gott úrslit í einari kanning hjá Gallup, skalt tú leita langt aftur fyri at finna.
Tit verða sum miðjuflokkur mangan samanborin við Radikale Venstre í Danmark. Hava tit nakað samstarv henda vegin. Ella við aðrar flokkar?
- Sjálvstýrisflokkurin hevur samstarv við Radikale Venstre. Tað gongur aftur til samstarvið hjá Edward Mitens og Jóannes Patursson við henda danska flokkin fyrst í farnu øld, annar á fólkatingi, hin á landstingi. Sjálvstýrisflokkurin hevur eisini samstarv við íslendska Framsóknarflokkin. Í Norðurlandaráðnum eigur Sjálvstýrisflokkurin annan limin, hesin er politiskt virkin í Midtergruppen.
Almenn stýring er í dag eitt illavorðið orð í politiska orðaskiftinum. Kortini hava tit tað við í stevnuskránni?
- Her leggja vit serliga dent á, hvussu vit fara um náttúruna. Hvussu tað verður farið við okkara tilfeingi, fiskurin, jørðin og oljan. Og ikki minst, at vit minka um útlátið og dálkingina.
Hatta við ogn Føroya fólks, sum tað eitur so vakurt, elvir mangan til trupulleikar. Ikki minst á fiskivinnuøkinum.
- Ja, stýring av fiskivinnuni elvir støðugt til stríð í løgtinginum. Men her er neyðugt, at landið stendur fast og ikki alla tíðina gevur eftir. Tað, sum vit eru vitni til í dag, er ábyrgdarleyst. Politiskt ábyrgdarloysi. Veiðitrýstið er vaksið óhugnaliga, síðani lógin um fiskidagar kom í gildi, tí skerjingin í fiskidøgum hevur sum oftast bert verið eitt eiti. Vit síggja, hvussu fiskiførini í stórum tali verða longd og effektiviserað, men uttan at tað verður tikið inn aftur í fiskidøgunum. Her er neyðugt við almennari stýring. Einari nógv fastari stýring, enn vit uppliva í dag. Ikki bara fyri at verja fiskastovnarnar. Burðardyggur fiskiskapur skal jú eisini tryggja, at vinnan og landið bera seg. Sjálvstýrisflokkurin leggur samstundis dent á, at landið fær sín part, tá ið tað verður handlað við fiskiloyvum í vinnuni. Tann spekulatión, sum í dag fer fram, er hvørki í tráð við eina liberalistiska hugsjón og uppaftur minni kann tað forlíkast við sosialt rættvísi.
Landbúnaðurin tykist somuleiðis at hava eitt serligt pláss hjá tykkum. Men øðrumegin vilja tit hava eina studningsfría vinna, har vinnubøndur fáa lættari atgongd at keypa jørð og fjós, men samstundis vilja tit, at fólk í øðrum starvi skulu kunna ogna sær áhugabrúk. Hvussu fáa tit tað at hanga saman?
- Tað verður avmarkað, hvussu nógv fullrikin vinnubrúk, vit kunnu hava í Føroyum. Seinastu árini hava vit sæð eina minking í talinum av mjólkabóndum, tí at mjólkakvotan er uppkeypt. Vit eiga at hava fullrikin festi, parttíðarrikin festi og áhugabrúk. Tað kann tykjast óskiljandi, at krav verður sett til jarðarbrúkskunnleika, fyri at fáa eitt alment festi til leigu. Útbúgvingin kann fáast í Danmark ella í Noregi, møguleiki er eisini fyri at taka skeið í Føroyum. Vit kunnu seta okkum spurninginHvussu skal ein festari við útbúgving fáa rakstur í eitt 3-4 marka festi? Hevur ein umsøkjari, sum hevur røktað seyð alt lívið, ikki betri førleika at røkja eitt festi enn tann bókligi? Vit eiga samstundis at hava pláss fyri áhugabrúkum. Tá smærri festi verða leys eiga vit at umhugsa møguleikan at selja ella útleiga til áhugaðar. Vit eiga at geva fólki møguleikan at ogna sær eitt sindur av jørð, so tey kunnu hava møguleika at hava einar 5-10 seyðir. Tað er stimbrandi og mennandi at hava nakrar seyðir at røkta, og tað er heilsufremjandi at hava hetta ítrivið. Umleið helvtin av allari jørð í Føroyum er kongs/almen, hin helvtin er óðals. Sjálvstýrisflokkurin hevur havt tvey lógaruppskot um at broyta jarðarlóggávuna. Annað var, at tað almenna seldi leigutraðirnar, hitt var um matrikulering. Tíverri vunnu uppskotini ikki frama á Løgtingi.
Hetta vóru so tær traditionellu vinnurnar. Onkur vildi sagt tær gomlu vinnurnar. Hvønn politikk hava tit fyri aðrar vinnur, nýggjar vinnur?
- Sjálvstýrisflokkurin kann ikki siga, hvørjar nýggjar vinnur eiga at taka seg fram, men vit síggja stórar møguleikar í m.a. upplivingarvinnu og ferðavinnu. Yvirhøvur so eiga vit at síggja mentanina sum eitt aktiv, ið eisini kann hava við vinnu at gera. Fyrr bleiv Sjálvstýrisflokkurin mangan kallaður „Fíniflokkur“. Tá ið tað varð sagt, so var tað fyri at arga, tí Sjálvstýrisflokkurin hevði ofta landstýrismannin í mentamálum. Men vit eiga at taka mentanina til okkum sum eina drívmegi, ið vit eiga at duga at síggja virðið í, eisini tá ið tað kemur til vinnuligan framburð. Útbúgvingar og gransking eru altavgerandi fyri nýbrotum og framburði.
Ja, tit eru farin at gera rættuliga nógv burtur úr útbúgvingum. Er tað fyri at tekkjast teimum ungu? Tá ið vit hyggja nærri at tykkara veljaraskara, so er hann eyðkendur av at hava eina samanseting, har serliga eldri veljarar viga tungt. Tit hava eisini leingi drigist við heitinum Gamla Sjálvstýrið. Er hetta gamalsliga um at forkoma flokkinum?
- Tað er rætt. Vit gera nógv fyri at fáa yngri fólk uppí arbeiðið hjá flokkinum. Og vit gera nógv burturúr at fáa fleiri útbúgvingar í Føroyum. Fyri okkum hongur hetta saman. Skulu vit fáa ungar føroyingar at støðast í Føroyum, so mugu vit kunna bjóða teimum útbúgvingar. Tað kann vera heilar útbúgvingar, ella partar av útbúgving, so – hóast tey fara av landinum at taka eina langa útbúgving – so vilja tey kunna varðveita tilknýtið til føroyska samfelagið. Vit hava sett okkum sum mál, at øll skulu kunna byrja og enda vanligar hægri útbúgvingar í Føroyum. Tá ið vit siga øll, so hugsa vit ikki bara um føroyingar, men hugsa okkum eisini, at útlendsk lesandi skulu kunna koma til Føroya í líka stórum tali, sum føroyskir ungdómar fara av landinum. Tað krevur eitt ódnartak. Onkur vil gálva og siga, at hetta er órealistiskt. Men tað er so tað, ið vit meta skal til fyri framhaldandi at kunna hava fólkavøkstur og búskaparvøkstur. Tað skal til fyri at fáa neyðugu arbeiðsmegina til tænastuvinnuna og til nýggjar vinnur.
Stig fyri stig-politikkurin verður knýttur at Sjálvstýrisflokkinum, tá ið vit tosa um loysing og samband. Í dag kann vera ilt at fáa eyga á øðrum enn stig fyri stig-politikki, tá ið vit hyggja at føroysku flokkunum sum heild?
- Á pappírinum, ja. Men hyggur tú at tí, sum fer fram í dag, vil eg siga, at tað eru stórir munir. Sjálvstýrisflokkurin hevur leingi sagt, at vit eiga at fáa eina langtíðaravtalu við donsku stjórnina, har vit – stig fyri stig – minka um blokkin. Vit meta í dag, at vit eiga at kunna vera fíggjarliga sjálvbjargin innan 10 ár. Tá skal fult sjálvstýri, ella fullveldi um tú vilt, vera gjørligt, fíggjarliga og stjórnarliga. Hvat stig vit taka til ta tíð, verður Føroya fólk at gera av. Men vit eiga at geva fólki ein veruligan møguleika at taka støðu, uttan at pengar skulu liggja ímillum og forða. Vit hava eitt greitt mál og vilja arbeiða miðvíst fram móti hesum, stig fyri stig. Her er tað, at tann førdi politikkurin eftir okkara tykki forðar fyri, at nakað stig kann verða tikið yvirhøvur. Allar hesar verklagslógirnar, sum nú verða samtyktar, binda landskassan mong, mong ár út í framtíðina og koma at forkoma møguleikunum fyri at minka blokkstuðulin. Tú sært, at har tykist einki mark vera fyri, hvat ið verður samtykt í dag, tá ið tað snýr seg um tunlar, vegir og bygningar tey mongu næstu árini. Samanlagt verður talan um so mikið stórar upphæddir, at vit ikki kunnu vænta, at tað fer at bera til at minka um blokkin um somu tíð. Vit siga ikki, at samferðslukervið ikki skal útbyggjast. Men vit mugu hava realistiskar langtíðarætlanir við greiðum raðfestingum, har hugsað verður bæði um samferðslukervið og at fáa blokkin úr Danmark minkaðan.
Grønur politikkur hevur tikið seg fram í flestu londunum rundan um okkum. Umhvørvi er eitt herróp, tit seta ovast á breddanum í eini landsnevndarsamtykt, ið varð gjørd fyri stuttum?
- Vit hava leingi eftirlýst ein miðvísan politikk, ið fær stovnar, vinnulív og privat húsarhald at brúka meira umhvørvisvinarliga orku. Allur avgjaldspolitikkurin má verða lagaður eftir hesum, so vit eggja til orkusparing. Og vit eiga ikki at fýra fyri at stuðla privatfólki, ið vilja royna alternativa upphitan av húsunum hjá sær. Landið eigur at ganga undan, m.a. við at stovnar undir landinum fáa álagt, at allar nýbyggingar og allar umbyggingar skulu hava orkusparing við í byggiætlanini. Landið eigur at ganga undan at fremja gransking og royndir innan fyri alduorku og vetni. Saman við útbúgving er hetta tað, vit seta fremst, nú vit um ikki so langa tíð skulu bjóða okkum fram á løgtingsvali.
Um tit aftaná komandi løgtingsval kunnu koma í samgongu, hvørji málsøki høvdu tit lagt tykkum eftir at fingið?
- Tað verður nakað, ið flokkurin má taka støðu til, til ta tíð. Men persónliga vildi eg sagt mentamál. Tað hevði einki gjørt, um vit blivu „Fíniflokkur“ aftur. Vinnumál er eisini eitt málsøki, ið hevur áhuga. Eg skal ikki dylja útyvir, at eg havi Skálafjarðartunnilin í huganum, tá ið eg nevni hetta málsøkið. Eisini innan fiskivinnumál, er harðliga tiltrongt at fáa nýggjar kustar.
Tá ið tú tekur hesi málsøki fram, hvat hugsar tú so serliga um at fáa framt í politikkinum í tí næsta valskeiðnum?
- Tá eg nevni mentamál, so er tað fyri at fáa nógv fleiri útbúgvingartilboð. Tað er alneyðugt at fáa játtanirnar til gransking upp á eitt væl hægri støði. Í vinnumálum liggur sum sagt nógv á láni viðvíkjandi broytingunum av jarðarlóggávuni. Orkupolitikkurin liggur eisini undir landstýrismanninum í vinnumálum, og eitt mál má verða, at vit í størst møguligan mun gera okkum óheft av innflutningi av olju til upphiting fyri í staðin at menna reinar varandi orkukeldur. At eg nevni fiskivinnuna, er tí at fiskivinnan framhaldandi er høvuðsvinna okkara. Og tað vil hon vera nógv, nógv ár afturat. Har kundu vit hugsað okkum at sloppið framat, so vit kunnu tryggja, at veiðan við Føroyar veruliga verður burðardygg. Annars so leggja vit dent á, at vit fáa ein effektivan politikk, ið tryggjar, at útlendingar ikki eiga meira í føroysku fiskiførunum enn tey loyvdu 33 %. Ja, og sum vit vóru inni á fyrr í samrøðuni, at peningurin fyri keyp og sølu av fiskiloyvum kemur landskassanum til góðar.
Eru summir samgongumøguleikar frægari enn aðrir, tá ið tit skulu fremja tað, tit seta tykkum fyri?
- Tað er ringt at svara hasum. Hatta er ein spurningur, ið vit taka støðu til, tá ið valúrslitið fyriliggur. Sjálvstýrisflokkurin er kanska meira enn nakar annar ein samgonguflokkur. At vit sum nú eru í andstøðu, er heldur undantak enn regul. Tó at tað kostar politiskt at sita í samgongu, og verða við til at fremja neyðugar ópopulerar avgerðir, hevur Sjálvstýrisflokkurin altíð víst ábyrgd. Hann er tann flokkurin, sum oftast hevur verið við til at mynda samgongu. Vit hava verið í samgongu við allar flokkar, sum í dag mynda løgtingið. Og har vil eg siga, at tað hevur altíð ligið væl fyri at samstarva við hinar flokkarnar á tingi. Men tá ið tú spyrst, so kundi eg nevnt, at ein samgonga millum Sjálvstýrisflokkin, Tjóðveldisflokkin og Sambandsflokkin hevði verið ein spennandi avbjóðing. Ella eg kundi nevnt eina samgongu saman við Javnaðarflokkinum og Fólkaflokkinum.
Also samgongur, har tit liggja mitt ímillum. Annaðhvørt millum loysingar- og sambandsflokk. Ella millum ein sosialistiskan og ein liberalistiskan flokk?
- Ja, har kenna vit okkum best.
FAKTA
SJÁLVSTÝRISFLOKKURIN Á LØGTINGI
Vald umboð
Seinastu tvey valskeiðini hevur Kári P. Højgaard verið einsamallur um at umboða Sjálvstýrisflokkin á løgtingi. Tað hevur verið lagnan hjá flokkinum at vera ein av teimum smáu flokkunum. Eftir seinna heimsbardaga hevur flokkurin fyri tað mesta havt 2 tinglimir. Onkuntíð, tá ið tað hevur bragdað, hevur flokkurin havt 3 umboð á tingi. Men onkuntíð eisini bert 1 tinglim. Sum nú. Eins og Sambandsflokkurin hevur Sjálvstýrisflokkurin góð hundrað ár á baki. Fyrstu mongu árini stríddust teir báðir einsamallir á tingi um at vera hin størri. Men tá ið aðrir flokkar, Javnaðarflokkurin og seinni Fólkaflokkurin bjóðaðu seg fram, fór Sjálvstýrisflokkurin niður í næstan einki. Eitt tíðarskeið undir krígnum átti hann einki umboð.
Veljarakanningar sjáldan blíðir við Sjálvstýrisflokkin
Síðani seinasta løgtingsval januar 2004 hava veljarakanningar spátt, at Miðflokkurin fór at hava ilt við at klára upp um tinggáttina til eitt komandi val. Í onkrari kanning hevur hann ligið niðanfyri tey 3,7 prosentini. Í onkrari beint omanfyri. Seinasta kanningin hjá Gallup var tó av teimum frægu. Har fekk hann 5,5 prosent. Tað røkkur til tvey tingumboð.
Háborgirnar í Suðurstreymoy og Eysturoy
Sjálvstýrisflokkurin hevur vanliga havt 3 háborgir: Norðoyggjar, Eysturoy og Suðurstreymoy. Fyri at halda hesa støðuna hevur flokkurin aloftast havt landsstýrismann úr tí valdøminum, har tað ikki eydnaðist at fáa tingumboð valt. Í so máta er støðan hjá flokkinum kritisk í dag. Við bert einum tingmanni og í andstøðu er trupult at varðveita áhugan hjá veljarum uttan fyri Eysturoy, har Kári P. Højgaard. So fyri at yvirliva er umráðandi at fáa minst 2 umboð aftur á komandi vali. Og helst koma í samgongu aftur.
Sjáldsama sterkur millum ungu veljararnar
Flokkurin verður javnan skýrdur at vera ein gamlamannaflokkur. Tað er neyvan heilt rætt, tí býtt upp á aldursbólkur, so stendur hann sterkur í øðrum hvørjum aldursbólki, taka vit teir úr einum enda. Men at alt hetta tosið hevur ørkymlað floksleiðsluna, kundi okkurt bent á, nú flokkurin brynjar seg til val við herrópum um útbúgvingar til øll og reint umhvørvi.
Samgonguflokkur fyri tað mesta
Sjálvstýrisflokkurin er tann flokkurin, sum hevur sitið í flestum samgongum. 16 tilsamans. Og 41 ár ella tveir triðingar av tíðini, síðani heimastýrislógin kom í gildi. Tað metið tekur eingin flokkur, hóast onkur er farin at nærkast. Samgongusniðini hava verið so mong. Mið-høgra, mið-vinstra, sjálvstýrissamgongur og heimastýrissamgongur. Sum miðjuflokkar hevur mangan borið til at sloppið uppí part. Trupulleikin plagdi at vera, tá ið tveir flokkar eru nóg stórir og ikki hava fyri neyðini at hava Sjálvstýrisflokkin. Ella – sum tað hevur verið síðani miðskeiðis í 70-árunum – at 3 stórir finna upp á at leita saman.