Lætt & Leskiligt er toppskorarin

Kókibókin Lætt & Leskiligt hevur selt best á jólum í Rit & Rák. Nýggja føroyska spælið Manna hevur eisini selt væl

Nýggi bókahandilin í SMS Rit & Rák hevur havt eina góða jólasølu.
- Jólasølan hevur verið útmerkað, sigur Kári Árting, leiðari í Rit & Rák
Kókibókin Lætt & Leskiligt er klárur toppskorari á sølulistanum hjá Rit & Rák.
- Lætt & Leskiligt hevur selt avbera væl. Annars hava Júst í Túni og aðrar føroyskar bøkur eisini selt væl. Nýggja brettspælið Manna hevur eisini selt væl. Vit hava pakkað mestsum allar bøkurnar inn, so eg gangi út frá, at tær flestu bøkurnar, sum vórðu keyptar í desember, vóru jólagávur, sigur Kári Árting at enda.