GRAVIDITETUR
Sosialurin hevur tosað við eina 20 ára gamla føroyska kvinnu, ið ynskir at verða dulnevnd, og vit kalla hana Kristina.
Fyri okkurt um einum árið síðani, gjørdist 20 ára gamla Kristina við barnið. Hon var liðug við Hægri Handilsskúla, og hevði tá verið saman við maka sínum í okkurt um tvey ár. Tey høvdu hús saman, og høvdu fíggjarligar góðar umstøður. Kristina hevði fast starv hjá einari fyritøku, og maki hennara var sjálvstøðugur vinnurekandi, og fyritøka hansara var sera væl fyri fíggjarliga.
Kristina og maki hennara tóku tó avgerð um, at tey ikki vildu hava barn júst tá, og valdu tí at venda sær til læknan, við ynski um fosturtøku.
- Eg minnist at eg hevði eina langa frágreiðing klára, um hví eg vildi hava fosturtøku, tí eg hevði tað fatan, at læknarnir vóru sera strangir við at loyva kvinnum at fáa fosturtøku, sigur Kristina.
Grundgevingar óneyðugar
Kristina fór til læknan, og hon gjørdist ikki sørt bilsin.
- Eg fór inn til læknan, og segði at eg vildi hava fosturtøku. Hann segði bara at tað var í lagið, og eg skuldi ikki geva nakra frágreiðing um hví eg ynskti hetta.
Læknin hjá Kristinu helt tað ikki verða neyðugt við grundgevingum ella frágreiðingum, og játtaði henni tað hon vildi hava.
- Hann segði at tað var upp til mín at taka avgerð um, og at hansara hugsan var, at kvinnur skuldi ráa yvir egnum kroppi. Nakrir dagar aftaná skuldi eg møta á Landssjúkrahúsinum, har eg skuldi fáa framt fosturtøku, greiður Kristina frá.