Lætt at vera formaður, tá tað gongur væl

- Eg kenni tað sum eina álitisváttan at vera afturvaldur, sigur Jákup Sólstein, sum nú fer undir sítt 11. ár sum formaður í Føroya Reiðarafelag

FISKIVINNA

Fríggjadagin, 24. mai, hevði Føroya Reiðarafelag ársaðalfund. Á fundinum varð Jákup Sólstein afturvaldur sum formaður í felagnum, samstundis sum nevndin annars heldur fram óbroytt.

Sosialurin fer at hyggja í ársfrágreiðing felagsins til blaðið týsdagin.

Gongur væl
Jákup Sólstein hevur verið formaður í Føroya Reiðarafelag seinastu 10 árini og fer nú undir sítt 11. ár sum formaður.
? Jú, eg kenni tað sum eina álitisváttan at vera afturvaldur, sigur formaðurin.

Skipanin hjá Føroya Reiðarafelag sigur, at nevndin skipar seg á hvørjum ári, og tað merkir í prinsippinum, at formaðurin kann skiftast út ella verða sitandi, tá ið aðalfundur er.

Áðrenn Jákup gjørdist formaður fyri 10 árum síðan, hevði hann sitið fleiri ár í nevnd felagsins, og meginpartin av tí tíðini var Osmund Justinussen formaður. Osmund hevur ikki verið í nevndini í reiðarafelagnum í fleiri ár.
? Tað er lætt at vera formaður og at vera afturvaldur, tá ið tað gongur væl, sigur Jákup Sólstein.

Hann vísir á, at seinastu árini hava verið góð hjá meginpartinum av flotanum, burtursæð frá rækjuflotanum, sum gongur ógvuliga illa.
? Høvuðsorsøkin er lágu rækjuprísirnir og stóru oljuútreiðslurnar, sum skipini hava, sigur formaðurin í reiðarafelagnum, Jákup Sólstein.