Lætt, søtt og leskiligt

Gloym alt um kaloriur eina løtu og fá tær íblástur úr løttu køkuuppskriftunum í nýggju bakibókini Søtt & Leskiligt




Tær báðar Jóhanna á Tjaldrafløtti og Elisabeth Akursmørk, ið seinnu árini hava staðið aftanfyri metseljararnar Lætt & Leskiligt I og II, hava nú givið út nýggju kaku- og dessertbókina, Søtt & leskiligt við forvitnisligum og leskiligum uppskriftum.

Eins og í hinum báðum bókunum, hava tær báðar lagt seg eftir at gera uppskriftir, sum eru lættar at fara undir, og úr tilfari, sum er lætt at fáa hendur á 



84 uppskriftir

Jóhanna á Tjaldrafløtti og Elisabeth Akursmørk, sum báðar hava holla útbúgving og royndir innan føðslu, vísa í bókini síni kynstur í søta lívinum við 84 søtum og leskiligum uppskriftum uppá m.a. bakstur við gerdeiggi, smákøkum, skuffikøkum, rómakøkum, flógvum køkum og tertum, marsipani og annað gott. Harumframt eru hugskot til høgtíðir, barnaføðingardagar, spennandi jólakonfekt og eisini uppskriftir upp á eitt nú cappuccino, ískaffi og væl smakkandi sjokukaffi.

Har fyrru bøkurnar snúðu seg um heilsugóðan mat, sleppa vit nú í Søtt & leskiligt at njóta næstan uttan fyrilit. Tann søti bitin er partur av matmentanini hjá flestu fólkasløgum. Longu við móðurmjólkini fær menniskjan smakkin av tí søta, sum ímyndar tað trygga, góða og leskiliga. Tann søti bitin verður í okkara mentan nýttur, tá ið hátíðarhald eru, men verður eisini í alt størri mun nýttur sum leskibiti til hugnaløtur saman við vinum og kenningum.

Fyrimunurin við at gera sín egna leskibita er, at tú veitst akkurát, hvat tilfar er í, og hvussu hann er gjørdur og sostatt ikki nýtist at stúra fyri óhepnum tilsetingarevnum.