Kyndil-StÍF 24-28 (8-15)
StÍF veruliga dusaði sær mói einum Kyndils-liði, sum hevði ilt við at fáa glið á nakað sum helst í dag.
Eina løtu hóttu gestirnir eisini við veruligum sorli. Men ein blanding av líkasælu frá gestunum og framúr málmansspæli frá Lars Black bar tó við sær, at Kyndil seinastu 20 minuttirnar fekk pynta munandi um máltalvuna, sum eitt skifti vísti 8-18!
Soleiðis minkaði munurin heilt fitt seinastu 25 minuttirnar, men tá var alt avgjørt, og spennandi gjørdist tað ongantíð.
Hjá Kyndli skoraði Hans Áki Dal-Christiansen 6 mál. Sveinur Justinussen skoraði 7 av málunum hjá StÍF.