Lættari at fáa endurgjald aftan á skipsvanlukkur

Í framtíðini verður tað lættari at krevja endurgjald aftan á skipavanlukkur, og endurgjaldið hækka eisini

Skipaferðsla

Aftan á eldsbrunan umborð á ferjuni "Scandinavian Star" fyri tólv árum síðani vóru tað fleiri, sum vístu á, at tað var alt ov trupult hjá ferðafólkinum og avvarandi hjá teimum, sum doyðu, at krevja ábyrgdarpersónarnar drignar til svars og at krevja endurgjald fyri missin.
Men nú skulu viðurskiftini broytast.
Á einari diplomatráðstevnu í London í vikuni var semja um at broyta galdandi altjóða reglur, sum viðvíkja endurgjaldi, tá talan er um eina vanlukku við einum ferðamannaskipi.
Vanlukkan við "Scandinavian Star", sum kravdi 159 mannalív, var í 1990, men aftan á ráðstevnuna í London er greitt, at vanlukkan kortini kann takast upp til kanningar av nýggjum. Samstundis hevur vanlukkan havt ta altjóða ávirkan, at nú skulu reglurnar um endurgjald til ferðafólk og avvarandi broytast.
Athen-samtyktin
Reglurnar, sum higartil hava verið galdandi, standa í teirri sonevndu Athen-samtyktini, men hon verður nú broytt.
Ein nýggj týðandi broyting er, at tey, sum krevja endurgjald aftan á eina vanlukku við einum ferðamannaskipi, skulu ikki longur rættarsøkja reiðarínum, men heldur tryggingarfelagnum hjá skipinum. Hetta fer m. a. at bera í sær, at skuldi reiðaríið farið á húsagang, missa fólk ikki rættin til endurgjald.
Tryggingarfeløgini, sum tryggja ferðamannaskip, vildu fegin varðveita ta gomlu skipanina, men tey noyðast nú at broyta sínar tryggingartreytir og -reglur fyri ferðamannaskipini, soleiðis at hesar tryggingar fara at líkjast vanligum ábyrgdartryggingum.
Á ráðstevnuni í London vóru tryggingarfeløgini sum vera man heldur ikki serliga hugað fyri at hækka hámarkið fyri, hvussu nógv fólk kunnu krevja í endurgjaldi. Higartil hevur mestamarkið verið 1,75 millión krónur, men tað verður nú hækkað til 2,5 milliónir krónur. Kortini kann kravið koma upp í fýra milliónir krónur, um tað kann prógvast, at reiðaríið hevði skyldina av vanlukuni.
Ymiskur áhugi
Formaður fyri ráðstevnuni í London, sum endaði í gjár, var varastjórin í norska vinnu- og handilsmálaráðnum, Gaute Sivertsen, og hann er fegin um, at tað eydnaðist at broyta galdandi reglur.
Gaute Sivertsen heldur tað vera serliga týdningarmikið, at fólk nú kunnu krevja endurgjald frá tryggingarfelagnum heldur enn reiðarínum. Hann heldur eisini, at hetta saman við tí hækkaða mestamarkinum fer at gera tað lættari hjá ferðafólki og avvarandi at fáa endurgjald.
Á ráðstevnuni í London vóru fleiri lond ímóti broytingunum, og tí er spurningurin, hvussu mong lond fara at staðfesta tær nýggju reglurnar. Viðtøkurnar hjá IMO siga, at minst 10 lond skulu staðfesta broytingarnar, fyri at tær kunnu fáa gildi, og Gaute Sivertsen væntar, at tað fer at eydnast. Hann vísir í hesum sambandi á, at ES hevur víst broytingunum stóran áhuga, sjálvt um samveldið ikki hevur sagt seg vera til reiðar at staðfesta tær. Noprski ráðstevnuformaðurin væntar kortini, at tað fer at bera til at fáa 10 lond at skriva undir avtaluna. Eitt nú hava Avstralia og Kanada bent á, at tey fara at staðfesta hana.