Nú skal tað verða lættari hjá íverksetarum at menna nýggj sløg av rúsdrekka í Føroyum.
Tað er eitt endamál við eini kunngerð, Helgi Abrahamsen, landsstýrismaður í vinnumálum, nú ætlar at seta í gildi í Føroyum.
Kunngerðin er send teimum, sum hava áhuga í einum máli sum hesum, til ummælis og tá ið tey svarini eru komin inn, verður kunngerðin endaliga orðað.
Men eitt endamál við kunngerðini er at gera tað smidligari at fara undir royndarframleiðslu av rúsdrekka í Føroyum.
Tað merkir, at nú skal tað bera til hjá vørumennarum at innflyta ethanol til ymsa royndarframleiðslu, hóast teir ikki eru góðkendir framleiðarar eftir rúsdrekkalógini.
Endamálið er at geva íverksetatarum ein møguleika at menna nýggj sløg av rúsdrekka, sum so kunnu verða sett í framleiðslu seinni.
Ethanol er alkohol, sum er næstan 100 prosent og sum síðani verður tynt og brúkt at gera ymisk sløg av rúsdrekka burtur úr.
Tað, sum krevst av slíkari royndarframleiðslu, er, at hølini, hon fer fram í, eru góðkend, eitt nú av brunamyndugeikunum. Tað merkir, at tað er ikki neyðugt at hava eitt veruligt framleiðsluvirki, sum kravið í rúsdrekkalógini annars er.
Tað er loyvt at innflyta 400 litrar av ethanoli til hvørja royndarframleiðslu, men tað er ikki loyvt at selja rúsdrekka, sum verður gjørt í sambandi við slíkar royndir.
Men spyrst ein verulig framleiðsla burtur úr, skulu vanligu krøvini um framleiðsluvirkisemið í rúsdrekkalógini, lúkast.
Tað er nakað síðani, at Løgtingið samtykti at tað skuldi vera loyvt at bryggja sterkt rúsdrekka í Føroyum og hendan kunngerðin er ein partur av at fáa hesi viðurskiftini skipað.