Nú skal tað verða lættari at tolla skip, sum koma til landið.
Higartil hevur tað verið so, at tá ið fiskiskip, og onnur skip, koma til landið, skal skiparin útfylla skjøl, sum vísa, hvat er um borð av vørum, sum skulu ígjøgnum tolleftirlitið.
Tá ið skipið kemur, stendur so tollari fyri tí og avgreiðir skipið.
Hetta er mangan ólagaligar tíðir, eisini um næturnar og tá skal skipið rinda fyri toll avgreiðsluna.
Sostatt er hetta ein arbeiðsgongd, sum er rættiliga krevjandi fyri skiparar, reiðarar og tollarar.
Jørgen Niclasen, landsstýrismaður í fíggjarmálum, sigur, at nú verða reglurnar broyttar, so at hereftir skal skiparin, nakrar tímar áðrenn tey koma til lands, fylla tollpappírini út og senda tey til TAKS.
Síðani ger TAKS av, hvørji skip tey velja sær út at kanna nærri.
- Hetta fer at gera arbeiðsfongdina nógv lættari, tí tá ið TAKS ikki longur er bundið at vera á bryggjuni hvørja ferð, eitt skip kemur, kunnu tollararnir ístaðin velja sær ávís skip at kanna út í æsir.
Jørgen Niclasen sigur, at hetta ger ikki tolleftirlitið verri, kanska tvørtur ímóti, tí sum støðan er nú, hendir tað ofta, at tollarin bara fer umborð at seta sítt stempul á tollpappírini, skiparin longu hevur fylt út, uttan at hava umstøður til at
kanna skipið nágreiniliga.
Tá ið TAKS ístaðin sjálvt velur sær ávís skip at kanna, ber til at møta á bryggjuni við fleiri tollarum og kanna skipini út í æsir, sigur landsstýrismaðurin.