Lættur sigur hjá Stjørnuni

Klaksvíkskvinnur byrjaðu har tær sleptu, tá ið tær á útivølli vunnu tryggan sigur á bronsuvinnarunum úr VÌF, sum ikki tykjast hava somu styrki sum farna kappingarár.

Tað var ikki nøkur torfør uppgáva hjá Stjørnuni at basa einum nógv broyttum VÍF-liði, sum hevur mist berandi kreftir, ið vóru sjónligani saknaðar í dystinum sunnudagin.

Góð breidd
Greipuvinnararnir úr Stjørnuni eru væl fyri. Landsliðsmálverjin Fríða Petersen er komin úr Kyndli, Beinta Joensen er komin úr Eysturoynni, og harafturat er Alina Olaru framvegis í felagnum, hóast tað fyrr í ár ljóðaði, at hon var á veg til franskan hondbólt. Sunnudagin vóru enntá tveir av landsliðsleikarunum hjá klaksvíkingum, Bára Skaale Klakstein og Annika Ljósstein, ikki við, so tað er lítið at ivast í, at Stjørnan hevur góða breidd.
VÍF hevur hinvegin mist Nikolinu Eyðbjørnsdóttir, Sóley Mikkelsen og Irinu Radovici, sum antin eru farnar av landinum ella eru givnar, og tað er ikki lætt at fylla holini eftir tær.
Tað sást eisini skjótt í dystinum sunnudagin, at gestirnir úr Klaksvík høvdu munin, og spakuliga vaks munurin millum liðini. Stjørnan hevði tí eina leiðslu upp á sjey mál í hálvleikinum, og eftir steðgin hildu tær á við at fara frá heimaliðnum, og tá ið dysturin var liðugur høvdu greipuvinnararnir vunnið við 12 málum.
At vestmenningar ikki eru so væl fyri á kvinnusíðuni í ár , sæst kanska best við, at tað einans vóru tríggir av leikarunum á liðnum hjá VÍF, sum komu á máltalvuna. Av teimum sekstan málunum hjá heimaliðnum skeyt Ioana Rapa tey tíggju!

VÍF-Stjørnan 16-28(10-17)
VÍF: Ioana Rapa 10(5), Fríða Marjunardóttir 4(1), Eyðritt Andreassen 2
Stjørnan: Alina Olaru 10, Beinta Joensen 5, Katarina Stjepanov 4(1), Joan M. Djordjevic 4, Anna Kristina Samson 3, Louisa Andreasen 2
Brotskøst: VÍF 6(6), Stjørnan 1(1)
Útvísingar: VÍF 6, Stjørnan 5
Dómarar: Kristian Johansen og Sámal Hansen