Lættur VÍF sigur á Hálsi

Dysturin millum H71 og VÍF í høllini á Hálsi sunnudagin var ein avgreiðsluspurningur hjá VÌF, sum vann sera sannførandi við tíggju málum. Nógv mistøk og ónærlagni setti sín dám á dystin, men samstundis var í løtum gott hondbóltsspæl at síggja

 

H71-VÍF 22-32 (10-17)


Hondbóltur


Oddaliðið VÍF úr Vestmanna var sunnudagin í høllini á Hálsi og vitjaði H71. VÍF var stórfavorittur undan dystinum, við tað at teir í ár hava verið klárt besta liðið í 1. deild hjá monnum í ár. Harafturímóti hevur H71 ikki megnað at givið teimum sterku liðunum stóra mótstøðu í ár, so dysturin millum hesi bæði liðini sá út til at vera ein avgreiðsluspurningur fyri VÍF, sum skuldi hava trý løtt stig afturat á ferðini móti sannførandi meistaraheitinum í ár.


Javnt at byrja við

Tað gekk tó javnt á fyrstu minuttirnar, og H71 sá út til at megna at forða VÍF í at seta seg á dystin og fáa trygga leiðslu tíðliga í dystinum. Men so hvørt sum fyrri hálvleikur leið, gjørdist VÌF liðið betri, og álopsspælið hjá H71 riggaði ikki eins og tað skuldi. Fleiri mistøk vóru gjørd í álopsspælinum hjá hoyvíkingum, og VÍF revsaði H71 hvørjaferð við mótálopum sum førdu til mál. Álopsspæli hjá VÍF gekk skjótt, og tað var meiri enn H71 verjan megnaði at gera nakað við. Støðan var 10-13 móti endanum av fyrra hálvleiki, men hóast tað megnaði VÌF at koma uppá 17 mál áðrenn hálvleik, meðan H71 enn var á 10 málum. Eftir at liðini høvdu verið jøvn ígjøgnum fyrra hálvleik, tók VÍF sostatt eina sjey máls leiðslu, sum skuldi tryggja teimum trý stig at hava í viðførinum við aftur til Vestmanna.


Mistøk og lítil konsentratión

Hoyvíkingar vístu gott hondbóltsspæl í byrjanini av seinna hálvleiki, og teir megnaðu at koma innaftur í dystin. Eftir stutta tíð fingu hoyvíkingar eina sjey máls leiðslu hjá VÌF niður í bert trý mál, og spenningur var aftur í dystinum, hóast VÌF sá út til at hava tamarhald á støðuni. Sera nógvir málmøguleikar vóru misnýttir, serliga hjá vestmenningum, og sera nógv mistøk vórðu framd av báðum liðum. Tað tóktist ikki at vera nøkur konsentratión á liðunum báðum, og mistøkini og misskiljingarnar vóru sera nógvar. Málverjin hjá VÌF kom enntá tíðliga í seinna hálvleiki framvið í álop, og hann hevði ein og tveir góðar møguleikar at skora.

Men miðskeiðis í seinna hálvleiki setti VÍF ferðina upp, og teir tóku aftur eina trygga leiðslu í dystinum. Teir vístu til tíðir gott álopsspæl, og fleiri góðar kombinatiónir vóru til tíðir at síggja. Verjan hjá H71 megnaði ikki at stegða skjúttunum hjá VÌF, og spælið hekk als ikki saman hjá teimum. Hoyvíkingar valdu at mansverja Áka og Inga Olsen saman við Sámali Joensen partar av seinna hálvleiki, og tað gav nógv pláss til hinar VÍF leikararnar. VÍF hevur nevniliga fleiri streingir at spæla á enn bert teir tríggjar fyrrnevndu VÍF leikarar, og hetta nýttu serliga VÍF leikararnir Martin Hummeland og Johnny Joensen til fulnar. Eins og í fyrra hálvleiki revsaði VÍF hvørt álopsmistak hjá H71, og við skjótum mótálopum fingu vestmenningar fleiri mál.

Móti endanum av dystinum, tá alt longu var avgjørt, var lítil og eingin konsentratión at síggja á liðunum báðum. Mistøkini vóru mong, verjuspælið hjá hoyvíkingum var vánaligt, og tað var ein dámur av óseriøsiteti móti endanum av dystinum. Hetta førdi tó við sær nakrar undirhaldandi detaljur, og liðini høvdu ráð at taka nakrar kjansir. M.a. var VÌF málverjin í heilum við í álopið, men hann megnaði tó ikki at skjóta nakað mál fyri VÍF. Halgir Dahl Olesen stóð fyri einum ser flottum málið, har hann skrúvaði bóltin út um málverjan, áðrenn hann broytti kós í netmeskarnar, meðan Sámal Joensen hjá vestmenningum skeyt eitt sera flott brotspark, har hann snýtti málverjan við skotfintu áðrenn hann hann kastaði bóltin róligt upp um málverjan.


Sannførandi sigur

Samanumtikið vann VÍF ein sera sannførandi sigur, sum ikki varð spældur á sera høgum støði. Endaliga úrslitið var 31-22 til VÌF, og var dysturin á Hálsi mest ein avgreiðsluspurningur hjá vestmenningum, hóast H71 í løtum vísti gott hondbóltsspæl.

Dysturin líktist móti endanum ikki einum 1. deildar dysti, við tað at alt var avgjørt miðskeiðis í seinna hálvleiki, men VÍF fekk trý stig afturat, og einki lið hevur nú nakran møguleika at gera seg galdandi í FM stríðnum. Vinnur VÍF mikukvøldið á StÍF inni á Strondum, er FM heitið reint teoretiskt heima, og við spælinum teir hava víst í ár eru teir favorittar til hendan dystin, hóast teir máttu lúta fyri strandingum í steypafinaluni.


Dysturin í tølum

Málskjúttar:

H71: Halgir Dahl Olesen 9(4), Agnar Højgaard 4, Johnny Durhuus 3, Anfinn Debes 3, René Dahl Olesen 2, Høgni Joensen 1

VÍF: Sámal Joensen 6(3), Ingi Olsen 6, Martin Hummeland 6, John Zachariassen 3, Sjúrður Holm 2, Agnar Joensen 2, Áki Olsen 2

Brotskøst: H71 5, VÍF 4

Útvísingar: H71 3, VÍF 4

Dómarar úr Stjørnuni: Geir Wardum og Carsten Andersen