Lív aftur í Slættanes

Komandi vikuskifti skipar Sandavágs Forminnisfelag, saman við øðrum, fyri forvitnisligum tiltaki á Slættanesi.

Fornminnisfelagið hevur í eina tíð arbeitt við at fyrireika hetta spennandi tiltakið.

Felagið hevur fingið myndir frá fólki, sum hava sínar røtur á Slættanesi, og verða hesar vístar fram á skúlanum í bygdini.

Leygarkvøldið verður hugleitt um, hvussu lívið var í bygdini fyri umleið hálvari øld síðani. Sama kvøld fer Vága Dansifelag at skipa fyri føroyskum dansi, eins og felagssangur verður á skránni. Borðreitt verður við smyrjibreyði og suppu.

Í sambandi við tiltakið skipar Vága Ríðingafelag fyri einum túri. Byrjað verður kl. 15 í Vatnsoyrum við einum drekkamunni. Eisini Vága Gongufelag ger útferð til tiltakið á Slættanesi.

Skúlin á Slættanesi varð í síni tíð eisini brúktur sum kirkja, og altar og prædikustólur standa uppi enn. Sunnudagin á middegi verður aftur guðstænasta í skúlanum á Slættanesi.

Til ber sjálvandi at ganga teinin til bygdina, men skipað er soleiðis fyri, at motorbáturin “ÓLAVUR” fer at sigla millum Oyrargjógv og Slættanes allar dagarnar.

Ferðaseðilin kostar 100 krónur, og er galdandi fyri alt tiltakið.