Lívið hjá Lív Seyer Vistrup er á nógvan hátt øðrvísi enn hjá vanligum føroyskum ungdómum. Við íblastri frá japanskari pop-mentan hava hon og vinkonurnar ein helt serligan áhuga fyri list, móta, tónleiki, teknirøðum og … køkum!
Ja, tú las rætt, tí ein partur av elskuliga japanska stílinum er at baka og pynta romantiskar køkur, sum hóska til popputta og sera kreativa tekniseriu- og bubligummstílin við eitt nú flesakjólum, rottuhalum og knæsokkum.
– Eg havi altíð elskað at baka og at pynta cupcakes. Tí vildi eg læra til konditara, sigur Lív, sum kom í læru hjá Mylnuni í Havn fyri skjótt einum ári síðani.
Lív bæði dugir og dámar væl at tekna. Tí sleppur hon ofta at prýða serligar bíleggingar hjá bakaranum, og tað dámar henni sera væl. Tí, sum hon sigur:
– Eg elski at fáa listarligar avbjóðingar av øllum møguligum slag.
Ein fyrimynd innan konditarayrkið er amerikanski konditarin Duff Goldmann, sum hevur eina sjónvarpsrøð, har hann bakar og pyntar tær mest fantastisku køkurnar.
Privatar verkætlanir
Ein stórur partur av frítíðini hjá Lív fer til smáar og stórar verkætlanir, har hon og vinkonurnar gera ymisk kreativ hugskot til veruleika. Millum annað høvdu tær listaframsýning á G!, undir heitinum Pixel. Og í løtuni eru tær mitt í meldrinum í alternativa listaumhvørvinum Sirkus í Vágsbotni. Har roknar Lív avgjørt við, at cupcakes fara at verða væl móttiknar, tí tær eru so vakrar, persónligar og øðrvísi.
– Næsta verkætlanin verður okkurt við, at eg og ein vinkona fara at seyma okkum kjólar og at baka cupcakes sum hóska til, fortelur Lív. Og vit skunda okkum at gera eina avtalu um at taka myndir av teimum, tá tær eru lidnar.
– Men tann størsta verkætlanin, sum eisini er ein av mínum størstu dreymum, er at lata ein cupcake handil upp onkrastaðni. Tað hevði verið ordiliga kul, sigur Lív og bjóðar okkum burtur av køkunum, sum hon hevur bakað í morgun.
Og jú, vit eru samd um, at tær smakka heilt forferdiliga væl!
Cupcakes
2 egg
225 g. av smøri/Becel
225 g. av sukri
170 g. av mjøli
2 tsk. av vaniljusukri
2 tsk. av bakipulvuri
Ger soleiðis: Píska egg, smør og sukur til tað er lætt og luftigt. Píska tað síðan saman við restini í umleið 2 minuttir.
Skeiða deiggið í formar. Silikonuformar halda forminum væl. Brúkar tú pappírsformar, er best at seta teir niður í jarnformar eisini. Baka í 12-14 minuttir við 160 stigum.
Smørkrem til cupcakes
Píska helvt um helvt flourmelis og sukur. Lita við fruktfarvu. Fyll í sprøjtuposa, vel eina vakra túllu og trýst út á køkuna. Tú kanst eisini blanda tveir ymsir litir í sama posa.
Frískari krem
Píska ein pakka av róma stívan. Píska síðan ½ rómaost við 1 tsk. av vaniljusukri og 1 spsk. av flourmelis, sum tú vendir saman við stíva rómanum. Fyll í sprøjtuposa, vel eina vakra túllu og trýst út á køkuna.
Til ber at bíleggja allar greiðir til at gera cupcakes við á internetinum. Lív bíleggur ofta frá professionellum handlum í Bretlandi, men hon vísir eisini á eina fína danska heimasíðu
www.kagebutikken.dk.
Tá tú pyntar við smørkremi, ”icing”, marcipan og tílíkum, er best at hava góða útgerð. Til dømis ymsar túllir, smáar mynsturformar, sprøjtuposar, silokone- og jarnformar. Eisini fæst alt møguligt at prýða við, so sum flótandi fruktfarva, putirlitir at pensla á, glitur, drúss, perlur og sukurprýði í øllum hugsandi litum og skapum.