Eftir at hava staðið tómt í nakrar mánaðir, er nú aftur lív í Konditarínum á Glade Hjørn. Tað er mótahandilin Juniik, sum er fluttur inn Eigarin av Konditarínum, Heini Restorff, og kona hansara Brynhild, hava latið upp mótahandil í Konditarínum í Havn. Brynhild verður dagligur leiðari, og afturat sær, fær hon fyrstu tíðina gamla eigaran av Juniik, Petrinu Berg, sum hevur valt at selja Brynhild og Heina handil sín.
Sjálvt um talan er um ein handil og ikki eitt alment kaffistað, so eru nógv sum fegnast um at síggja, at lív aftur er í einum tí kendasta húsinum í høvuðsstaðnum. Ein teirra er borgarstjórin Heðin Mortensen, sum var skjótur at koma við blómum, tá Juniik lat upp á Konditarínum mikudagin í hesu vikuni.