Lív og Ásla eru fluttar upp

Lív F. Arge og Ásla Johannesen fara komandi kappingarár at spæla í næstbestu donsku fótbóltsdeildini við FC Nordsjælland

Føroysku landsliðsleikararnir, Lív F. Arge og Ásla Johannesen, sum spæla fyri danska felagið, FC Nordsjælland, hava í dag tryggja sær uppflyting til komandi kappingarár, soleiðis at FC Nordsjælland næsta ár fer at spæla í næstbestu donsku kvinnudeildini.

 

Uppflytingin var tryggja í dag, tá FC Nordsjælland vann 8-0 ímóti FC Damsø. Felags fyri báðar føroysku leikararnar var, at tær í dag byrjaðu inni, og felags var eisini, at báðir føroysku leikararnir fingu eitt mál í part í stórsigrinum í dag.

 

FC Nordsjælland hevur seinastu árini av álvara raðfest kvinnufótbóltin, og er uppflytingin í dag eitt úrslit av miðvísum arbeiði, har endamálið er, at FC Nordsjælland innan fá ár skal vera partur av bestu donsku fótbóltsdeildini.