»Eg skrivi á vátt pappír« er bókaútgáva í átta pørtum, sum Lív Maria Róadóttir Jæger hevur skrivað. Verkið kemur út í dag.
– Útgávan er ein poesi, har samanhangandi prosakend narrativ, søgur, um tú vilt, binda tekstin saman í eina lyriska heild. Vit eru bæði í einum sansaðum núi í samtíðini, har eitt tilkomið eg fyriheldur seg til eina ommu, ið doyr, og - longur afturi í farnari tíð - ein smádrong, sum druknar í einari á, sigur útgevarin, sum er Forlagið Eksil.
– Formtilvitað førkar teksturin seg aftur og fram í einum spenningi millum tíðir, millum nútíð og fortíð, og skilur, tulkar og næstan analyserar hesar. Søguna hjá eginum í ymiskum aldrum, søguna um ommuna, ið ikki longur er til. Søguna um mista barnið hjá ommuni, og hvussu hesin sorgarleikur ávirkar eina familju gjøgnum ættarlið.
– Verkið flytur seg millum djúphugsna poesi til tekstir um familju og relatiónir, til stuttligar og intimar lýsingar frá tannárum í 1990unum, til eina ørgrynnu av samrøðurøddum millum høvundar og heimspekingar - alt meðan søgan hjá yrkjaraeginum viðgangandi verður vovin inn í tekstin.
Sambært útgevaranum er tekstaslagið er poesi.
– Høvundurin togar ta genruna út og vil nakað við henni, við forminum, og spyr okkum við hesum, hvussu mann kann yrkja í dag. Verkið vendir sær móti týðandi spurningum um at skriva, um at fata hvat tað er, vit gera, tá vit siga frá, hvussu vit sansa og uppliva, og hvussu vit eru til í relatiónunum.
Lív Maria Róadóttir Jæger hevur áður útgivið yrkingasavnið »Hvít sól« og yrkingaplátuna »Mítt navn við hondskrift«.
##med2##