Lívdin keypir hús

Samkoman Lívdin í Hoyvík fer fyrsta dagin at yvirtaka eini hús í Hoyvík til síni tiltøk

Higartil hevur samkoman Lívdin í Hoyvík hildið til í leigaðum hølum, men herfyri segði útleigarin leigumálið upp, og Lívdin gjørdist heimleys.
Lívdin hevur í fleiri ár átt eitt grundøki við Vegin Langa. Økið er planerað, og har er ætlanin at byggja stórt felagshús.
- Men sum tíðirnar eru, hava vit útsett byggiætlanirnar, sigur Jógvan Zachariassen, ein av leiðarunum í Lívdini.
Í staðin fyri at finna nýggj høli at leiga, helt samkoman tað vera betri at keypa eini hús til virksemi sítt. Húsini eru ein stór sethús tætt við, har samkoman skal byggja. Skeytið er ikki undirskrivað enn.
Jógvan Zachariassen vil ikki upplýsa, hvat húsini kosta.

Fíggjað við gávum
Húsakeypið verður fíggjað við peningagávum, sum Lívdin eins og aðrar samkomur fær frá fólki.
Samkoman brúkar ikki, at fólkini í samkomuni lata tíggjund, og samkoman hevur ikki skrásettar limir.
Í Lívdini eru alskyns tiltøk, og til samkoman flytir inn í hús síni, verða tiltøkini heima hjá fólki í samkomuni.