Lívfrøðiligar broytingar

Ejvind Mouritsen
???????

Fyri at dýr kunnu broytast frá einum dýraslagi til eitt annað - t.d. frá fiski til paddu og frá skriðdýri til fugl, er neyðugt við stórum broytingum í sjálvum ílegunum og tilførsla av hópin av nýggjum ílegum í íløgukervi ("genpuljuna") hjá einstaka skapninginum. Menningarlæran sigur, at mekanisman, ið ger hetta møguligt, at ein "frumkykna" hevur ment seg til menniskja, er úrbregði ("mutatión") og natúrlig úrveljing.
Trupulleikarnir hjá menningarlæruna, ið vísindin hevur víst á er, at úrbregði hendir ógvuliga sjálvdan, og at so gott sum øll úrbregði eru skaðilig fyri skapningin. Úrbregði oyðileggur nevnliga oftast eginleikar, ið ílegurnar rúma. Høvuðstrupuleikin við ástøðinum um úrbregði, sum menningarmekanism-an er, er at úrbregði bara broytir verandi ílegur, men veitir ikki nýggjar ílegur, ið kunnu geva skapninginum nýggjar gagnligar eginleikar.
Natúrlig úrveljing sigur, at í náttúruni hendir ein úrveljing á tann hátt, at teir skapningar, ið eru best egnaðir til umhvørvið, yvirliva. Teir ið yvirliva, nørast og føra ættina víðari. Á henda hátt verða ávísir eginleikar førdir víðari, meðan aðrir eginleikar doyggja út. Havast skal tó í huga at natúrlig úrveljing virkar bara innan hvørt dýraslag sær og kann ikki fremja nýggjar eginleikar.
Lat okkum síðan hyggja eftir hvørt tað er sannlíkt, at frammanfyri nevnda mekanisma, t.e. úrbregði og naturlig úrveljing, klára at greina upprunan til fyribrigdi vit síggja í heiminum t.d. mannaeygað.
Í bókini "Heimur okkara - Alifrøðin 2" er fylgjandi lýsing av eyganum: Mannaeygað er uml. 25 mm stórt. Eyguni sita í eygnaholum í mannaskallanum. Eygnalokini og eygnahárini verja eyguni framman. Eygnalokið smyr vætu á eyga. Eyguni kunnu snarast, so vit síggja uppeftir, niðureftir og til síðis. Ljósgeislar koma inn ígjøgnum kúputu hinnuna framman á eyganum, hornhinnan. Hon brýtur ljósgeislar og miðsavnar teir eitt sindur. So fara ljósgeislarnir ígjøgnum sjónopnuna. At enda miðsavnar eygnasteinurin ljósgeislarnar á nethinnuni.. Nethinnan er aftast og innast í eyganum. Í nethinnuni eru uml. 120 mill. stavkyknur og uml. 7 mill. tappakyknur. Tá ið myndin kemur á nethinnuna, vendir hon øvugt. Men heilin týðir nervainnstøkkini og vendir myndini rætt. Sjónnervin leiðir tað, eyguni síggja, til eina sjónmiðstøð í heilanum. Samanlagt í mannaeyganum samstarva soleiðis fleiri enn 100 mill. kyknur.
Fyri at menning av eginleikum sum mannaeygan-um t.v.s. sjón (sum m.a. er eyga, nervar og heili), skal verða møgulig krevst, at hvørt stig í menningini av nýggja eginleikanum hevur eitt gagnligt virði fyri skapningin. Er einstaka stigið í menningini ikki til fyrimuns fyri skapningin, vil natúrlig úrveljing skilja henda eginleika burtur.
Menningarlæran er tann dag í dag ikki før fyri, at greina tey einstøku stigini, sum menningin av einum so torgreiddum fyribrigdi, sum sjónin er. Grundgevingin hjá menningarlæruni er at 1% av sjón er betrin enn eingin sjón. 10% av sjón er betri enn 1% o.s.v. Sjón hevur ógvuliga stóran týdning hjá skapninginum at yvirliva. Natúrlig úrveljing vil velja dýr við tí bestu sjónini, og við tíðini vilja vit hava dýr við betri og betri sjón. Sum prógv um hesa gongd finna vit í náttúruni nógvar ymiskar sjónstyrkir heilt frá 0% til óvanliga góða sjón.
Grundgevingin hjá menningarlæruni er skeiv grunda á trý viðurskiftir:
1.Neyðugt er, at allir teir ógvuliga ymisku partarnir m.a. eyga, nervar og heili eru til, áðrenn sjónin kemur. Hvør sær geva hesir ymisku partarnir ikki skapninginum nakran fyrimun í náttúruni, og natúrlig úrveljing vil skilja tær burturúr.
2.Møguleikin fyri at úrbregði kann menna allar tær ymisku kyknurnar soleiðis, at tær kunnu uppfylla teirra serliga leiklut í eygnanum, nervunum og heilanum, er lítil og eingin.
3.Í náttúruni finna vit ymiskar sjónstyrkir. Ym-isku sjónstyrkirnar eru tó í stóran mun grundað á ógvuliga ymiskan bygnað. Talan er við øðrum orðum ikki um líðandi menning av einum ávísum bygnaði.

Samanumtikið er úrbregði og natúrlig úrveljing ikki mekanismur fyri menning frá "frumkyknu" til menniskja. Úrbregði mótvirkar menning, er skaðilig fyri skapningin og fremur ikki nýggjar eginleikar. Natúrlig úrveljing virkar bara innan hvørt dýraslag sær, og kann ikki heldur fremja nýggjar eginleikar.