Dreparasniglar hava seinnu árini verið ein plága í Føroyum. Serliga hjá teimum, ið fáast við urtagarðar og sum royna at fáa okkurt at vaksa kring húsini. Sniglarnir eru stórir og teir eta og drepa nærum allan vøkstur.
Ejolvur Djurhuus í Kirkjubø hevur nú gjørt eina roynd við Moskusdunnum, sum hann hevur fingið frá Andriasi Reinert í Havn. Hesar dunnur eta nærum alt, sigst.
- Eg havi fingið eitt par og slept teimum niðan, har gæsnar ganga, tí heilt har niðan hava sniglarnir otað seg. Hetta eru einir 14 dagar síðani og síðani havi eg ongan snigil sæð. Tó skal sigast, at eg havi ikki sæð dunnurnar eta sniglarnar, men teir eru so ikki at síggja longur, sigur Ejolvur.
Í Kirkjubø vóru tey komin í neyð av dreparasniglunum. Tey høvdu fingið sær røtur á eitt umleið 20 fermetra stórt stykki, men ikki ein rót kom upp. Sama var galdandi við øðrum vøkstri, men hvannir hava fingið frið fyri dreparasniglunum.
- Dreparasniglarnir gera helst eisini kál á hinum vanligu sniglunum, tí teir eru ikki at síggja longur, sigur Ejolvur Djurhuus.
- Tá heitt hevur verið í veðrinum og mjørki, havi eg onkutíð úr vindeyganum sæð hesar stóru sniglarnar á asfaltinum á vegnum. Men fuglar, sum t.d. Tjaldur og enntá Likka røra teir ikki og fara stóran umveg rundan um sniglarnar, sigur Ejolvur, sum hevur stórar vónir til Moskusdunnurnar, ið tykjast gera enda á dreparasniglunum.
Úr Amerika
Andrias Reinert sigur seg bara hava hoyrt um hetta við Moskusdunnunum og dreparasniglunum, men ongar royndir hava við hesum. Men hann sigur, at dunnurnar nærum eta alt.
Moskusdunnan er ikki vanligt slag av dunnu, sum vit kenna dunnuna.
- Hetta er í grundini heilt annar fuglur. Hann livir upprunaliga í Suðuramerkia, har indiánar høvdu hann til húsdýr, tá hvíti maðurin kom, sigur Andrias Reinert.
Á donskum nevnist fuglurin Moskus And, á enskum Muscovy. Fraklendingar kalla hann Barbarie og har er hesin fuglur væl dámdur til matna. Í heimlandinum verður fuglurin róptur Patos.