Á lívi eftir 17 dagar undir húsaleivdunum

Ein kvinna, sum hevði ligið undir leivdunum av teirri rapaðu klædnaverksmiðjuni í Bangladesh, varð í dag funnin á lívi, skrivar AFP. Hon hevur sostatt ligið 17 dagar undir húsaleivdunum.

Bjargingarleiðarin, Ahmed Ali, sigur við tíðindastovuna, at annaðhvørt hevur kvinnan havt vatn hjá sær, ella hevur hon drukkið av vatninum, sum bjargingarliðini hava pumpað inn í bygningin.

Samstundis hava myndugleikarnir kunngjørt, at higartil eru 1.028 fólk funnin deyð í húsaleivdunum. Fleiri túsund fólk vóru í bygninginum, sum rapaði fyri 17 døgum síðani, og myndugleikarnir umrøða vanlukkuna sum eina av teimum størstu ídnaðarvanlukkunum í landsins søgu.

Umleið 4.500 klædnaverksmiðjur eru í Bangladesh, og har arbeiða umleið tríggjar milliónir fólk.