Lívið er framvegis hansara listaverk

– Seinnu árini havi eg kent meg sum ein elligamlan ungling, nú sleppi eg at royna meg sum ein blaðungur oldingi, sigur Steintór Rasmussen, sum í dag fyllir 50 ár. Hann hevur verið landskendur frændi í 26 ár, hevur verið føroyameistarari í talvi, stovnaði Studio Pegasus, stóð á odda fyri Kulum Rótum og skipar nú fyri Summarfestivalinum. Tann góða løtan, rík minnir og at røkka settum málum skapa eydnuna, sigur hann á føðingardegnum

Sum ein hvøss hvirla ein heystar­morgun kom søgan um ein útpíndan brún­an hund í útvarpslurtini, og eftir tann dag var onki, sum tað hevði ver­ið, í føroyskum tónleiki. Árið var 1984, sangskrivarin var Steintór Rasmus­sen, og nýggja fyribrigdið æt Frænd­ur.
Tey politiskt tilvitaðu hoyrdu beinan­vegin, at "Hundurin brúni" var annað enn ein tilvildarlig frá­søgn um ein samvitskuleysan bónda og ein plágaðan hund. Her var sosial­real­ist­iskur broddur í. Hjartað var til vinstru, og pennurin fanst at, at summi altíð kradda so nógv inn und­ir seg, at ov lítið verður til hini.
Síðan fyrstu plátuna hjá Frændum fyri 26 árum síðan hevur Steintór Ras­muss­en mangan gjørt vart við seg á føroyska mentanarpallinum, og seinnu árini hevur hann serliga lagt sína orku í Summarfestivalin.
Hóast Summarfestivalurin, Stein­tór sjálvur og Klaksvíkin eru óloysi­liga knýtt hvørt at øðrum, vil hann ikki kalla seg lokalpatriot, tí tað er ov primitivt, heldur hann. Men í Klaksvíkini trívist hann sum blomm­an í egginum, ikki minst á sjálvum føð­­ing­ar­degnum.
 
Tú fyllir 50 í dag. Ert tú framvegis ungur og í góðum lag?
Nei, eg eri ikki so ung­ur long­ur, men tað kann held­ur ikki vera málið við lívi­num. Heldur eig­ur tað at vera at varð­­veita hug­in at skapa og merkja, at tú livir, um tú so ert ung­ur ella gamal. Tíbetur bilar lag­num fram­vegis onki. Seinastu ár­­ini havi eg kent meg sum ein elli­gamlan ung­l­ing, nú sleppi eg at roy­na tíðarskeiðið sum ein blað­ung­ur oldingi. Aldur hevur satt at siga ikki so nógv at siga fyri meg. Ert tú krops­liga og kensluliga hampi­liga væl fyri, hevur tú góðar orsøkir at vera nøgdur.   
 
Hvør er munurin á at vera 50 og 25 ár?
Tú ert kanska dupult so klókur av mis­­tøk­­um og góðum lívsroyndum, men hevur ikki helvtina av tí sjálvs­áliti, framfýsni og lívsmóti, sum eyð­kennir yngru árini. Tað vaksna lívið hevur eisini aðrar dimensiónir, sum tey ungu ikki geva sær heilt far um. Nøkur virði, sum fáa øðr­vísi týdning við árunum, eitt nú hvør tín leiklutur er í familjuni, og hvussu tú gert tína ávirkan gald­andi í samfelagnum. Kortini haldi eg ikki, at aldursmunurin er ógvus­lig­ur ella ræðandi. Tey flestu, sum eru mitt í tjúgunum, eru bæði áhuga­verd og vitandi, og á yngri árum ert tú kanska eisini fríari, tá talan er um at skriva, yrkja og smíða løg.  Við árunum koma ofta fyrilit og forð­ing­ar, og nógvir pennar dovna. Men um tú ikki ræðist tínar egnu mein­ing­ar og teir dómarar, sum altíð fara at verða, kann nógv spennandi og vakurt koma frá einum búnum skap­an­di menniskja.     
 
Hevur lívið higartil mest verið ein ferð á tindum?
Skalt tú klúgva upp á nakrar tindar í lívi­num, mást tú eisini niður í nakrar dal­ar og viðhvørt byrja á sløttum. Eg haldi ikki, at hetta at vera hægstur, størst­ur ella bestur hevur fylt nógv í mín­um lívi. Tað er meira sjálv ferðin, sum hevur drivið meg avstað. Tá tú illa veitst, hvagar tú gongur, er upp­aft­ur verri at vita, hvar tú endar. Nøk­ur av mínum málum havi eg rokk­ið, men eg vil sanniliga vóna, at nógv er eftir enn.    
 
Hvør sangur hjá tær sigur mest um tína fatan av lívinum?
Lívið rúmar so óendaliga nógv, og tað er rættiliga avmarkað, hvat tú kanst siga í einari yrking ella í ein­um sangi, sum helst ikki skal vera meira enn trý ørindi og eitt hóskandi niður­lag. Kanska er "Lívsmynd," sum eg skrivaði sum 23 ára gamal, mín besta heilsan til lívið. Tað er ikki nak­ar sosialrealistiskur tungvektari, men sangurin er beint frá hjartanum og hevur eina inniliga vón um frælsi, rætt­vísi og frið millum menniskju.
 
Hevur tú altíð havt tørv á at skriva um kærleika, lívið og samfelag?
Hatta eru jú trý orð, sum fylla nær­um alla tilveruna hjá vanligum hugs­­andi og elskandi menniskjum, so tað fær ikki verið øðrvísi. Kortini vóni eg, at eg í nøkrum av mínum sang­um eri sloppin inn um ta ein­staka menniskjað, og at eg havi heint­að vanligar gerandismyndir og tíðartinnur á vegnum hesi árini.
 
Heimurin er nógv broyttur, síðan tú vart ungur. Er hann betri nú?
Eg hevði viljað sagt ja, men tað veldst sjálvandi um, hvar tú ert, og hvat tú vilt síggja. Amerika er vorð­ið betri, Føroyar tað sama, men tað er framvegis svárt at hugsa um støðuna í nógvum londum, har dag­ur­in er kríggj, kaos og kúgan . Okk­ara vælferð fornoktar seg ikki, og tað er spennandi at uppliva alla tøknina og fyrimunirnar, hon hevur við sær. Eg haldi, at leiðarar, fyritøkur og ríkfólk í hesum partinum av heimi­num áttu at gingið undan við størri menningarhjálp og betri handilsmorali. Tann gamla sosialist­iska hugsjónin, har fólk í minsta lagi trúðu, at frælsi og eitt virðiligt lív var ein mannarættur, er kámað og eig­ur ikki so nógvar forsprákarar long­ur. Hvør er sær sjálvum næstur. Vit krevja nógv og tosa ikki um nógv ann­að enn okkara lív og okkara væl­ferð. Vit vilja ikki lata triðja heimin fáa lut í okkara ríkidømi, men tey eru vælkomin at taka ímóti okkara átrú­naði og mentan.        
 
Verður tú vónbrotin, um summarið verður sólfátækt og regntungt?
Nei, eg lati meg ikki so lætt ávirka av ringum veðri. Kortini elski eg góðveður bæði í Føroyum og aðra­staðni, men um summarið ikki sleppur at bíta seg fast her á klettunum, og vánirnar fyri veðri­num á Summarfestivalinum eru vána­ligar, ja, so lati eg meg ávirka av hesum og verði ivaleyst eisini eitt sind­ur vónbrotin.
 
Kennir tú tað nakrantíð sum, at tú hevur uppbrúkt tína orku?
Eg havi góðar vinir, sum kenna hetta at vera slaktaðir av stressi og sjúku. Hesa uppliving eri eg spardur fyri, men eg veit, hvussu tað kennist at hava høvdið fult av tonkum og eina kenslu av ikki at røkka til og gera øllum til vildar. Kanska er tað týdn­ing­ar­miklasta, at kroppurin og høvdið vilja tað sama, so tú kanst vera nærverandi og til staðar í tínum arbeiði og ikki minst í tíni frítíð. Jú, eg royni at hava tamarhald á støðuni, ansi eftir at kopla úr og ikki taka lívið alt ov álvarsliga.
 
Hvat ert tú mest errin av at hava avrikað seinastu 25 árini?
Nú er orðið errin ikki so væl dámt í Føroyum, og vit gloyma rættiliga skjótt bæði viðgongd og mótburð, men í 1990 mundi tað vera Frændur og at gerast føroyameistari í talvi, í 2000 var tað Studio Pegasus og Kular Røtur og í 2010 er tað Summar­festivalurin. Eg havi eisini verið errin, tá míni børn komu í verðina, og tá tað hevur gingið teimum væl.
 
Ert tú ein lokalpatriotiskur klaksvíkingur?
Nei. Eg haldi, at patriotisma er primi­tiv og førir sjáldan til nakað gott. Kapping millum bygdir og býir er góð í talvi og øðrum ítrótti, men innan mentan og nærum øll onnur øki í sam­fela­g­num er samstarv lyklaorðið. Mær dámar væl at búgva í Klaksvík, og eg kenni meg stak væl í býnum. Kort­ini er tað meira áhugavert at vera føroyingur. 
 
Hevði tú trúð, at Summarfestivalurin kundi savna 10.000 fólk á Vágsbøi?
Enn hava ikki so mong sum 10.000 fólk sungið á Vágsbøi, men næstan, og kanska verður tað í ár. Heilt ærligt, so trúði eg, at Summarfestivalurin kundi gerast nakað stórt og savn­an­di fyri allar føroyingar, men at undir­tøkan skuldi gerast so góð næstan frá byrjan, hevði eg ikki rættiliga ímynd­að mær.
 
Hvat er tað størsta, sum er hent á Summarfestivalinum higartil?
At Roger Hodgson eftir at hava verið á flogi í 36 tímar lendi í øllum góðum og sang í lýsingini ein vakr­an sunnumorgun í august 2006. Tað var okkurt vakurt og andaligt við tí framførsluni, kanska serliga tá hugsað verður um, at helvtin av sam­sýningini til hesa legenduna úr Supertramp fór óskorin til hjálp­a­r­arbeiði í triðja heiminum undir heiti­num "Give a Little Bit."   
 
Tú hevur skrivað nógvar tjóðskaparsangir. Hvør er tín dreymur fyri Føroyar í dag?
At vit megna at taka fulla ábyrgd og ræði á okkara landi, at hesin politiski meiri­lutin, sum hevur framt eitt slag av stjórnarkvetti og karaktermorði á Tjóð­veldi, ikki sleppur at krøkja seg til valdið bara við tí stevnuskrá at halda stórum parti av føroyingum frá ávirk­an, og at okkara eftirkomarar gerast føroyskir heimsborgarar.   
 
Hvat er eitt eydnuríkt lív?
Tann góða løtan og rík minni. Nøgd­semi í tí dagliga, at sleppa at fylgja dreym­unum og røkka settum málum hev­ur sjálvandi eisini stóran týdning. Stend­ur valið millum persónliga success og at hava góð viðurskifti við tíni nærmastu, er tað seinna meira virðis­mikið, men sjálvt tað eydnuríka lívið kann gera ein hugtungan til tíðir. Eg veit ikki, um eg verði eydnuríkari enn tað sama. Meira tú hevur, meira kanst tú missa, og tí er umráðandi, at vit ikki gerast so upptikin og tilvitað av tí eydnuríka og góða lívinum, at vit fara at stúra fyri framtíðini og ræðast óvissu­na. Tá er betri at fegnast um ta góðu løtuna og ikki hongja seg í lívsins smá­lut­ir. Tað er ótrúliga vakurt at síggja fólk, sum hóast mótburð, sjúku og aldur allatíðina varðveita lívsmótið og liva. Tað er ein vandi við at liva, men tann kjansin mugu vit taka.