Lívið er tónleikur

? Eg ætli mær at liva av tónleiki, eisini um eg verði svangur av tí, sigur gittarspælarin Uni R. Debess, sum seinasta hálva árið hevur gjørt álvara av hesi ætlan

23 ára gamli Uni R. Debess brennir fyri tónleikinum.
Hann er útbúgvin lastbilamekanikkari, men hesa professión hevur hann lagt á hillina.
Ístaðin fyri skrúvulyklarnar hevur hann fingið sær eina gittar í hendi, og stendur tað til hann, so verður gittarin livibreyðið.
? Eg eri komin til ta niðurstøðu, at eg ætli mær at liva av tónleiki, eisini um eg verði svangur av tí, sigur hann.
? Spurningurin er, hvussu mann vil liva, og hví mann ikki skal kunna klára seg við minni, um tað er neyðugt fyri at kunna spæla tónleika fulla tíð.
Uni hevur bólkin Headache Blues Treo, har hann spælir saman við Edvardi Nyholm Debess og Rógva á Rógvu, sum báðir hava verið sera virknir í føroyskum tónleiki í nógv ár.

Ov keðiligt niðri
Uni og teir vóru við í Prix Føroyum fyrr í ár, og hóast bólkurin hevði spælt í eitt hálvt ár frammanundan, so var tað í hesi kapping, at Føroya fólk rættiliga hoyrdi teir fyri fyrstu ferð.
Nú verða teir eisini ein av bólkunum, sum fara at spæla á ólavsøkukonsertini.
? Eg havi útbúgving sum lastbilamekanikkar, men eg kenni meg betur í tónleikinum. Í langa tíð arbeiddi eg og fekst við tónleikin í frítíðini, men seinasta hálva árið hevur tað bara verið tónleikur, og tað vil eg halda fram við, sigur Uni.
Hann býr í Føroyum, men hevur eisini verið í Danmark, har hann hevur fingið frálæru í gittarspælari.
? Tað var ikki so inspirerandi at vera í Danmark, eg vil heldur vera í Føroyum. Í Danmark er tað ov keðiligt, tað er tætt og stressað í Keypmannahavn, og tað var ikki fyrr enn eg kom aftur til Føroya, at eg rættiliga kendi meg frían aftur og slapp út við míni inspiratión, sigur Uni.

Blues heldur enn popp
Bólkurin hjá Una spælir blues-tónleik, og tað er ikki vanligt í Føroyum. Her plaga poppur, rockur og jazzur at trívast betur.
? Eg havi roynt at spæla ymiskan tónleik, eisini klassiskan tónleik, men so royndi eg blues tónleik, og tað dámdi mær sera væl beinanvegin. Tann torføra uppgávan við blues er at fáa eitt lítið stykki til at blíva stórt ? tað er líka sum avbjóðingini í hesum tónleiki.
Uni skrivar sjálvur blues tónleik, og tað er fyrst og fremst tónleikurin, sum bólkurin skapar í felag, sum teir spæla. Onkur coverløg sníkja seg upp í, men tað er teirra egni tónleikur, sum teir fyrst og fremst leggja seg eftir at spæla.
? Eg havi fingið nógv burtur úr at spæla við tveimum so royndum tónleikarum sum Rógva og Edvard. Teir hava givið mær nógv hesa tíðina, sigur Uni.
Verða drignir við
Edvard Nyholm Debess er royndur bassspælari, og hann hevur roynt seg í nógvum ymsum samanhangum.
Men hvussu er tað so at spæla saman við einum ungum tónleikara, sum vil sleppa at liva av tónleikinum.
? Tað er deiligt at spæla saman við Una, tí hann vil tónleikin. Eg og Rógvi fáa eisini nógv burtur úr at spæla saman við honum, tí hann livir fyri tónleikin, og tað dregur eisini okkum við, sigur Edvard.
Og hóast fittur aldursmunur er millum oddamannin í bólkinum og hinar báðar, so trívast teir væl saman í tónleikinum.
? Vit útvikla alla tíðina tónleikin hjá okkum, og tað endar sjáldan við tí, sum vit upprunaliga ætlaðu. Bólkurin er skapandi, og tí vita vit ikki, hvat vit fara at spæla um fýra mánaðir.

Stórt uppgáva
Sunnukvøldið skal Headache Blues Treo spæla á ólavsøkukonsertini, og hetta gleða teir seg til.
Uni hevur einaferð áður spælt á hesi konsert, og tað var, tá ið hann var við í bólki, sum vann Pop Top kappingina fyri nøkrum árum síðani. Vinnarin av hesi ungdómskapping sleppur at leggja fyri á ólavsøkukonsertini.
? Eg gleði meg nógv til ólavsøkukonsertina, tí eg rokni við, at tað verður eitt stórt upplivilsi fyri okkum. Og tað er deiligt at kunna geva fólki á konsertini eitt sindur av blues tónleiki, sigur Uni R. Debess.
? Tað er spennandi at fáa fólkið við. Tað er stórt, tá ið tónleikarar og fólk blíva til eitt á eini konsert.


- - -


Headache Blues Treo

Uni R. Debess ? sang og guitar
Edvard Nyholm Debess ? bass og sang
Rógvi á Rógvu ? trummur

Headache Blues Treo hevur eitt lítið ár á baki og hevur spælt á ymsum støðum í Havn. Bólkurin var eisini við í Prix Føroyar kappingini í ár, og har komu teir í hálvfinaluna.
Stigtakari til bólkin er Uni R. Debess, sum nú fæst við tónleik burtur av, og afturat sær hevur hann tveir royndar tónleikarar.
Stílurin er blues, men Headache Blues Treo hevur sín heilt egna blues-stíl, ið er nógv merktur av teimum einstøku tónleikarunum í bólkinum.
Vanliga spælir bólkurin eina blanding av egnum løgum og løgum hjá til dømis Doors, Jimi Hendrix og øðrum.