Lívið á tindinum er náðileyst

Í heili 38 ár hevur 71 ára gamli havnarmaðurin Anfinn Mikkelsen havt leiðandi álitisstarv í Kanada á heimsins størstu og multinationalu aluminiumsfyritøkuni Alcan. Sum yvirverkfrøðingur í evnafrøði hevur hann arbeitt við verkætlanum í milliardaflokkinum, og fáur føroyingur hevur gjørt seg galdandi í altjóða høpi í sama mun sum Anfinn Mikkelsen. - Lívið á tindinum er kravmikið og náðileyst, sigur Anfinn, sum júst hevur vitjað í Føroyum fyri fyrstu ferð í heili 18 ár

Hann hevur havt ábyrgd av verkætlanum í milliardaflokkinum. Hann hevur arbeitt á náðileysa tindinum í áratíggjur. Og ger hann eitt mistak, verður hann spakuliga og tilvitað trýstur úr valdssirklinum.
Jú, tað er hart at arbeiða á eini multinationalari risafyritøku, sum er førandi á heimsmarknaðinum og stendur fyri umleið einum fjórðingi av allari aluminiumsframleiðslu í heiminum. Hóast høvuðssætið hjá Alcan (Aluminium Company of Canada) er í Montreal, hevur fyritøkan verksmiðjur kring allan heim, og 71 ára gamli leirvíkingurin Anfinn Mikkelsen hevur seinastu 38 árini arbeitt í lítla býnum Kitimat á kanadisku vesturstrondini tætt við Alaska, har Alcan rekur stóran part av virksemi sínum.
Bert í Kitimat framleiðir Alcan 300.000 tons av aluminium fyri góðar tvær milliardir krónur um árið. Fyritøkan nýtir hvønn dag 40 ferðir so nógvan streym sum allar Føroyar. Framleiðslan er alt frá foliepappíri, plátum, rørum til flogfør og skip, og hevur kemiverkfrøðingurin Anfinn Mikkelsen havt leiðandi sess í hesi framleiðslu.
Í 1998 varð Anfinn pensioneraður, og eftir at hava búð í Kanada síðani 1965 hevur hann júst verið aftur í heimlandinum fyri fyrstu í 18 ár.
Yvirverkfrøðingur
Eftir at hann í 1965 byrjaði sum kemiverkfrøðingur á risafyritøkuni í Kanada arbeiddi hann seg skjótt uppeftir og endaði í leiðandi sessi sum yvirverkfrøðingurin og hevur staðið fyri fleiri verkætlanum í fíggjarligum dimensiónum, sum fáir føroyingar nakrantíð nærkast. Á Alcan í Kitimat eru 2000 arbeiðsfólk, og eftir stjóra og aðalstjóra mynda Anfinn Mikkelsen og aðrir yvirverkfrøðingar toppin á Alcan.
Anfinn Mikkelsen varð útbúgvin kemiverkfrøðingurin fyrst í sekstiárunum í Keypmannahavn, og eftir trý ár á donsku fyritøkuni NKT (Nordisk Kabel og Trolfabrik) keypti tann longu tá multinationala kanadiska risakonsernin partar av donsku fyritøkuni. Anfinn fekk bjóðað starv í Kanada, og hetta varð byrjanin til eina ferð fram ímóti tindinum á heimsins størstu aluminiumsfyritøku, sum dominerar á heimsmarknaðinum.
Harðasti kappingarneytin er grannafyritøkan Alcoa úr USA, og saman framleiða Alcan við Anfinni Mikkelsen og Alcoa umleið helvtina av øllum aluminiumstilfeinginum í heiminum.
Nýggj uppdaging
Spurdur, hvørja hending hann serliga minnist gjøgnum øll hesi 38 árini á Alcan, har stórur partur av tíðini hevur verið í leiðandi sessi, minnist hann serliga eina hending.
? Eftir drúgva gransking fann eg í 1972 ein hátt at endurnýta part av burturkastið frá aluminiumsframleiðsluni, har vit kundu endurnýta gamlar katodur, og tað eydnaðist at fáa patent uppá henda endurnýtingarháttin, sum var eitt týdningarmikið framstig fyri fyritøkuna, minnist Anfinn aftur á.
Umframt hesa einu hending hevur Anfinn saman við trimum øðrum yvirverkfrøðingum staðið fyri stórum verkætlanum - t.d. at byggja nýggjar verksmiðjur - við yvir hundrað arbeiðsfólkum undir sær.
? Slíkar stórar uppgávur eru sera krevjandi, og tað hendir, at man verður vaktur á miðjari nátt, tá alt ikki hevur gingið sum ætlað. Vit hava allatíðina arbeitt fram ímóti eini deadline, og er avrikið á ein ella annan hátt ikki nóg gott, verður man meiri ella minni kasseraður, greiðir Anfinn frá. Hann sigur, at jú hægri tú kemur, jú harðari og náðileysari gert tað, tí tú støðugt verður vigaður fyri tíni avrik.
? Tí stendur og fellur alt við, hvør dugur er í tær, og tá eg havi staðið fyri ella funnið fram til eina nýggja kemiska prosess at framleiða aluminium úr málmi, hava perfektionisma, professionalisma og nærlagni verið lyklaorðini, sigur Anfinn. Hann leggur flennandi afturat, at til alla lukku hevur hann yvirlivað allar avbjóðingarnar í hesum yrkinum, og tí kundi hann halda høvdið høgt, tá hann formliga gavst í 1998 vegna aldur. Hann hevur tó havt tilknýti til fyritøkuna síðani.
Axel Tórgarð og indiánarar
Anfinn Mikkelsen hevur júst flutt nakað suðureftir, men annars hevur hann búð í lítla býnum Kitimat øll árini undantikið eitt ár í Montreal, har hann eisini hevur arbeitt. Bert 12.000 íbúgvar eru í býnum Kitimat, og Anfinn greiðir frá, at býurin á mangan hátt líkist Tórshavn.
Talan er tó mótvegis Tórshavn um ein multietniskan bý, har stórur partur av íbúgvunum eru europeiskir tilflytarar, sum eftir seinna heimsbardaga komu til Kanada. Umframt hetta eru nógvir upprunaindiánarar í norðurkanada, og tí er talan um eitt fjølbroytt samfelag við ymsum mentanum, uppruna og húðarlitum. Hetta hevur sett høg krøv til Anfinn Mikkelsen, sum umframt stóru verkætlanirnar eisini hevur havt til uppgávu at samansjóva eina fjøld av grundleggjandi ymiskum arbeiðsmonnum. Umleið hundrað indiánarar arbeiða á Alcan í Kitimat, og onkuntíð standast trupulleikar.
? Tað kemur fyri, at "you dum indian" setningurin verður havdur á lofti, men sum heild gongur arbeiði væl millum etnisku bólkarnar, sigur Anfinn flennandi. Hann greiðir frá, at ein arbeiðsformaður í Alcan eftir mikið rok skilti indiánararnar frá hvítu arbeiðsmonnunum, so svar kundi fáast á æviga kjakinum um, hvør arbeiddi effektivari.
? Og tá avtornaði var indiánski minnilutabólkurin allatíðina frammanfyri. Teir liva fyri seg sjálvar við egnari mentan, men vit hava bert havt góðar royndir av teimum, sigur Anfinn Mikkelsen. Indiánarar hava livað í norðurkanada í fleiri túsund ár, har grundarlagið hevur verið veiða á sjógvi og landi, og hóast trýst at taka við sokallaðu siviliatiónsalduni, industrialiseringini og moderniseringum hava indiánararnir í norðurkanada megnað at hildið fast um sín uppruna.
? Men teir hava einki skriftmál, og tað er spell. Uttan tað verður torført at varðveita teirra uppruna, sigur Anfinn.
Anfinn Mikkelsen hevur eisini verið organistur í kirkjuni í Kitimat øll hesi árini, og umframt tað hevur hann verið degnur av og á. Hann hevur enntá umsett fleiri morgunlestrar hjá Axeli Tórgarð, og í vesturkanada verða morgunlestrarnir lisnir upp fyri bæði indiánarum og hvítum. Fáir føroyingar munnu hava vitað, at Axel Tórgarð sostatt sirkulerar millum indiánarar í norðuramerika.
Respekt
Spurdur, hvat hann í høvuðsheit-um hevur lært frá tíðini í Kitimat, kastar hann aftur ljós á grundleggjandi eginleikar, sum sambært honum eru fortreytir fyri persónligari menning og framburði.
? Alt snýr seg um respekt og trúvirði. Tá eg t.d. skal standa fyri parti av eini stórari verkætlan fyri 800 milliónir við 120 arbeiðsmonnum undir mær, noyðist eg at hava hesar eginleikar kring mín persón, sigur Anfinn Mikkelsen.
Hann greiðir frá, at trúvirði og respekt er nakað, tú byggir upp gjøgnum nógv ár, men fyri at náa hesar eginleikar er neyðugt at arbeiða við skynsemi.
? Hóast ein er óroyndur, skal ein ongantíð seta seg í ein krók og halda aftur við nýggjum initiativum og hugskotum. Ein skal læra seg at samarbeiða, og í multietniska samfelagnum í norðurkanada er neyðugt at tillaga seg ymsar lívshættir og mentanir, sigur Anfinn Mikkelsen.
Anfinn greiðir frá, at fyrstu árini tordi hann illa at stinga nýggjar ætlanir út í kortið og taka initiativ, men so hvørt sum tíðin leið, vaks hann við uppgávuni, gjørdist ein av fýra yvirverkfrøðingum beint undir sjálvari leiðsluni og fekk m.a. patent uppá ein endurnýtingarhátt, sum Alcan í dag gagnnýtir í hørðu kappingini.
? Í fyrstuni vórðu vit mikið eygleiddir, og "survival of the fittest" meginreglan var galdandi. Sum kemiverkfrøðingur gjørdi eg nýggjar hættir at útvega aluminium, og tá var eg á djúpum vatni, har minsta mistakið kundi kosta dýrt, sigur Anfinn.
Ørsted er fyrimyndin
Tað var kendi danski vísindamaðurin H.C. Ørsted, sum í 1880´unum á fyrsta sinni fann fram til, hvussu aluminium fæst úr málmi, men hóast Ørsted var tann fyrsti, sum sá blanka metallið, eru pionerarnir á økinum eisini C. M. Hall úr USA og P. Héroult úr Fraklandi. Metodan, sum gjørdi aluminiumsframleiðslu til ein heimsídnað, var sonevnda elektrolysan. Aluminium er nýggjasta metallið, sum kom undan kavi fyri umleið 120 árum síðani, meðan jarn, kopar, zink og gull hava verið marknaðarvørur í fleiri túsund ár.
Anfinn Mikkelsen og Alcan keypa í dag rávøruna úr Jamaica og Australia, tí hon finst ikki í Kanada. Aluminium verður nýtt til plátur, rør, flúgvarar, skip, foliepappír, bygningar o.s.fr., og t.d. vóru kendu tvíburðatornini World Trade Center klædd uttaná við aluminium.
Aftur í Føroyum
Anfinn Mikkelsen hevur sum sagt arbeitt í Kanada í 38 ár, og hann hevur júst vitjað í summar í Føroyum á fyrsta sinni í heili 18 ár. Hann hevur føroyska konu, sum eitur Jytte (fødd Jensen) og spurdur, hví ólukkan hann ikki hevur verið í Føroyum hesi árini árini, tá hetta er heimlandið hjá honum og konuni, er svarið einfalt.
? Eg havi ongantíð havt fríð, og arbeiðsuppgávan hevur gjørt tað sera torført at ferðast heim á klettarnar. Nú eri eg pensioneraður, og hóast eg framvegis búgvi í Kanada, ætla vit okkum oftari at vera í Føroyum, sigur 71 ára gamli leirvíkingurin Anfinn Mikkelsen at enda, sum síðani 1965 hevur starvast á risafyritøkuni Alcan í Kanada og verið álitismaður á eini av heimsins størstu konsernum. Lívið á toppinum hevur sambært honum verið náðileyst og krevjandi, men Anfinn hevur yvirlivað og sett síni spor í alheims aluminiumídnaðinum.
??????

FAKTA
Navn: Anfinn Mikkelsen

Aldur: 71 ár (føddur í 1933)

Hjúnastøða: Giftur við 73 ára gomlu Jytte Jensen

Børn: Trý børn við nøvnunum Petur, Jón og Katherine Mikkelsen

Faðir: Petur Mikkelsen, lærari í Leirvík og føddur í Syðrugøtu í 1901

Móðir: Katherina Zachariassen, fødd í 1902 í Norðragøtu

Útbúgving: Barnaskúli í Leirvík til 1947.
Studentur frá VBV í Tórshavn í 1953.
Sivilverkfrøðingur í kemi í Keypmannavn 1962. HD (fíggjarfrøðingur) í 1974.
Yvirverkfrøðingur í 1980.