Lívleysur maður funnin í haganum við Gjógv

Ábendingar eru um, at tað er maðurin, sum varð eftirlýstur fyrr í dag

Fyri eini løtu síðani varð ein maður funnin lívleysur í haganum omanfyri Gjógv. Løgreglan sifgur, at ábendingar eru um, at tað er bretin, sum varð eftirlýstur fyrr í dag.

 

Løgreglan eftirlýsti ein breta, sum hevði verið í Føroyum og ferðast, men hann fór ikki heim aftur við flogfarinum, hann annars skuldi við.

 

Í dag var hann so eftirlýstur, og løgreglan bað í hesum sambandi um hjálp frá fólki og bað tey, sum kanska vistu um mannin, at siga frá.

 

 

Les meiri um tað við at trýsta HER

 

 

Vit hava fingið nógvar fráboðanir, sigur løgreglan. Ein av hesum fráboðanum var, at onkur hevði sæð okkurt blátt liggja í haganum við Gjáarskarð. Tá ið tað varð kannað, vísti tað seg at vera ein ryggsekkur og í honum vóru pappírini hjá manninum, sum var saknaður.

 

Farið var so at leita har um vegir, og tá funnu tey ein mann liggjandi lívleysan í haganum. Løgreglan veit ikki, hvussu hann er deyður, um hann hevur verið áhaldsin og er dottin, um hann er dottin oman, ella okkurt heilt annað, men tað verður farið undir tær kanningarnar, tá ið tað er ljóst aftur í morgin árini.

 

Løgreglan sigur, at tað er heldur ikki staðfest, hvør maðurin er, men at ábendingar eru um, at tað er maðurin sum er saknaður, og nú verður so arbeitt við at eyðmerkja mannin.