B68-B36 2-3 (0-0)
Løgmanssteyp
B36 saman við fleiri enn hálvt hundrað viðhaldsfólkum fóru í góðum hýri av Toftum sunnudagin. Teirra lið hevði kvalifiserað seg til hálvfinalurnar ímóti grannunum úr HB. Í tveimum løtum sá tað út til, at B36 skuldi vinna tryggan sigur, men báðu ferðirnar svaraði heimaliðið aftur, og tí var tað sera undirhaldandi og spennandi í 2. hálvleiki.
Fyrra umfarið var einki at skriva um. Tað var sera sjónskt, at hvørgin parturin vildi dumma seg í verjupartinum. Tí var fyrru trý korterini millum lítið og einki av skipaðum álopsspæli, og málmøguleikarnir vóru fáir og smáir. Arnold Joensen hjá B68 fekk ein møguleika beinanvegin. Hevði hann havt skoraði, hevði dystargongdin sjálvandi tørnað øðrvísi út. Hann skoraði ikki, og so var talan um tómgongd. Hvørki liðið megnaði at bróta ígjøgnum í borðunum, og tá tað endiliga eydnaðist var millum lítið og einki fólk at taka ímóti undir málinum.
Hjá B68 vóru Hans Fróði Hansen og Jan C. Dam í miðverjuni, og Jan Petersen og Messias á vongverjunum. Tað tóktist ivaleyst at taka sær av Jákupi á Borg og eitt sindur skadda Magna á Lakjuni, sum vóru einsamallir á B36 toppinum, meðan John Petersen, sum spældi ímillum teir báðar, ofta var væl longri afturi á vøllinum.
Hvørki Súni Fríði Johannesen ella Marcello Marcellino vóru tøkir. Tí var Mortan Hansen einsamallur á toppinum. Miðvallarspælararnir Arnold Joensen í høgru, Jann Ingi Petersen, Fróði Benjaminsen, Øssur Hansen og John Heri Dam, sum var ytstur í vinstri, royndu at skiftast um at stuðla einsamalla manninum á toppinum, men tað tóktist ikki at vera serliga lætt.
Undirhaldið
Tá B36 kom á odda, høvdu B68 menninir fingið varskó um, at tað kundi kiksað. Heðin á Lakjuni, sum eftir anonyman 1. hálvleik var sera sentralur í seinna umfarinum, fór ígjøgnum, men Magnus Poulsen refleksbjargaði, tá Jákup á Borg úr púra leysari støðu royndi at umseta flata innleggið. Bólturin stakk út frá, langskotið var gott, men Magnus fekk bent til horna.
Fyrsta leiðslumálið kom eftir uppspæl í vinstru. Heðin á Lakjuni legði flatt innfyri, bólturin streyk framvið málinum, og aftanfyri handara stólpan smekkaði Jan Guttesen ? nú tykist hann ætla sær at skora á hvørjum ári! ? upp í nettakið.
So hekk spælið betri saman hjá báðum pørtum. Øssur Hansen og Fróði Benjaminsen, sum við skoti úr 45 metrum rakti tvørtræið aftanfyri Trónd Vatnhamar, vóru frammarlaga, og B68 royndi at leggja trýst á. Men knappliga endaði B36 uppspæl í vinstru við øktari leiðslu. John Petersen og Jens Kristian Hansen vórðu báðir leysir á brotsteigarmarkinum mitt fyri, og tað var Jens Kristian, sum tykist vera komin seg heilt eftir skaðan, ið helt honum burtur frá landsliðnum, sum sendi í nettakið, meðan toftamenn vildu hava rangstøðu og kanska fríspark. Men tað helt dómarin avgjørt ikki.
So var 2?0, og uppgávan tóktist ómøgulig hjá B68. Eftir uppspæl borð úr borði og innlegg úr høgru minkaði Mortan Hansen um munin, og so var aftur spenningur í. B68 spenti álopsbogan, og B36 skoraði aftur í skjótálopi. Hesa ferð var tað innskifti Kenneth Jacobsen, sum sendi dygst framvið stólparótini, eftir uppspæl frá John Petersen og innskifta Egili Zachariasen. Innskifti Bogi Petersen sendi langskot í B36 málið, men toftamenn komu ikki nærri.
Dysturin í tølum:
B68-B36 2-3 (0-0)
0-1: Jan Guttesen
0-2: Jens Kristian Hansen
1-2: Mortan Hansen
1-3: Kenneth Jacovbsen
2-3: Bogi Petersen
B68: Magnus Pouslen ? Jan Petersen, Hans Fróði Hansen, Jan C. Dam, Messias Perreira ? Arnold Joensen, Jann Ingi Petersen, Fróði Benjaminsen, Øssur Hansen, John Heri Dam ? Mortan Hansen
B36: Tróndur Vatnhamar ? Herbert í Lon Jacobsen, Arnbjørn Danielsen, Jens Kristian Hansen ? Klæmint Matras, Jan Guttesen, Pól Thorsteinsson, Heðin á Lakjuni ? Jákup á Borg, John Petersen, Magni á Lakjuni