Niclas Heri Jákupsson hevur í seinastuni ferðast runt landið við sínum vælumtóktu fyrilestrum. Mikukvøldið fær Sandoyggin vitjan av honum. Sandoyar Kunningarstova hevur sent út tíðindaskriv og sigur, at mikukvøldið hin 23. mars klokkan 19 verður kendi klaksvíkingurin, Niclas Heri Jákupsson, í Samljóði í Skopun, har hann fer at tosa um lívsgleði og møguleikar.
Tað er Sandoyar Sýslu Ferðalag og Sandoyar Kunningarstova, ið skipa fyri hesum tiltaki, ið er alment
Í seinastuni hevur Niclas Heri ferðast runt landið við sínum vælumtóktu fyrilestrum, og hesaferð er so Sandoyggin á skránni.
Ætlanin er eisini at hava ein drekkamunn við onkrum góðum afturvið, og kostnaður fyri luttøku er 100 krónur.
Nú sunnukvøldið klokkan 20 fer Sandoyar sýslu Ferðalag annars at halda ársaðalfund, sum verður í nýggja skúla á Sandi.
Á aðalfundinum fer Elisabeth Olsen, ið hevur ættarbond úr Húsavík, og sum lesur í Lund í Svøríki, at hugleiða um mentan og umhvørvi.
- Nýggir limir kunnu tekna seg - og sjálvandi verða eisini kaffi og køkur at fáa, verður sagt úr Sandoynni.