Lívshættislig ormvera nærkast

- Ein eitrandi ormvera, sum í ringasta føri kann taka lívið av fólki, er staðfest í London og kemur skjótt til Danmarkar, sigur danskur lektari.

Ein eitrandi ormvera, sum í ringasta føri kann taka lívið av fólki, er staðfest í London.

 

Ormveran hevur, sum viðhefta mynd vísir, long hvít hár, sum goyma kroppin. Áðrenn ormveran verður til firvald, er hon rættiliga eitrandi, og í ringasta føri kann hon taka lívið av fólki.

 

Og henda ormvera er ávegis til Danmarkar.

 

- Ormveran kemur upp higar orsakað av veðurlagsbroytingum, og vit halda neyvt eyga við henni.

 

Tað sigur Hans Peter Ravn, sum er lektari við Instituttið fyri Landvísund og Náttúruumsiting við Keypmannahavnar Universitet, við TV2.dk.

 

Lektari væntar, at nú ormveran er komin til London, verður hon vanlig í Danmark um eini 5 til 10 ár.

 

Um miðjan apríl í ár byrjaðu bretar at síggja ormveruna í trøum í viðarlundum ymsastaðni í London, og myndugleikarnir í Bretlandi royna nú at mæla fólki til so vítt gjørligt at umgangast eiturið, sum ormveran ber við sær.

 

Tað eru tey hvítu hárini, sum bera eiturfongdu proteinina, thaumetopoein. Tá ormveran følir seg hótta, kunnu hár loysna, og tá kunnu tey spreiða seg við vindinum. Eru fólk óheppin, kunnu tey fáa hesi hár í munnin.

 

- At fáa hárini í munnin kann menna eina allergiska reaktón í andarásini og lungunum, soleiðis at fólk ikki fáa drigið andan. Í ringasta føri kunnu fólk doyggja av hesum, sigur lektarin, Hans Peter Ravn.