Ógreiða er framvegis um, hvussu verður við útbyggingini av flogvøllinum í Vágum, eftir at vrkið spreingievni varð funnið har í seinasta mánaði.
Fyribils er alt enn ein spurningur um trygd og ábyrgd.
Við útvarpið hjá Kringvarpinum segði Steinálvur Petersen, stjóri í J & K Petersen, at fyritøkan er komin í óføri, tí uppdagingin hevur við sær, at tilboð teirr als ikki kann halda. Tilboðið varð givið út frá skeivum fortreytum.
Í dag hevur Steinálvur Petersen ikki hug at gera nakrar viðmerkingar, tí fundir eru millum arbeiðsánaran, sm er Vága Floghavn, arbeiðstakaran J & K Petersen og Arbeiðseftirlitið, og staðfestast skal, hvør hevur ábyrgdina, og hvussu arbeiðast skal víðari.
Aðrar keldur siga, at í gjár komu fram upplýsingar um, á hvussu stórum øki sprongt varð seinast í 70-árunum, tá ið flogvøllurin seinast varð útbygdur. Økið er næstan tvær ferðir so stórt, sum áður upplýst. Tær upplýsingarnar vóru til, men eru ikki lagdar fram fyrr enn nú.
Ólukka kundi hent
Síðan 7. juli er meira virkið spreingievni funnið, og ein kelda sigur, at tað er eitt undur, at ikki okkurt óhapp er hent.
Keldur siga, at tað, sum er komið undan kavi, er ein vanlukka fyri arbeiðstakaran, sum ikki fær arbeitt víðari. Haraftat er tilboð teirra ikki í familju við støðuna, sum hon nú sær út.
Hvussu slepst víðari, er enn ógreitt. Fundur er aftur í dag millum partarnar. Arbeiðseftirlitið hevur ein virknan leiklut í øllum, tí tað snýr seg um spreingievni. Spreingievni eru eisini dálkandi, og í kemur Umhvørvisstovan óivað eisini upp í leikin.