Lívshættisligt virus í Svøríki

Fyri fyrstu ferð er tað sokallaða West Nile-virusið staðfest í Svøríki. Tað varð staðfest hjá einum manni, sum var til viðgerðar á Sahlgrenska-sjúkrahúsinum í Gøteborg. Aftonbladet skrivar, at maðurin hevði fingið virusið frá mýggjarbitum í Serbia, men at hann hevur tað betur nú.
West Nile-virusið kann vera lívshættisligt, um illa vil til. Tað ber ikki til at vaksinera seg ímóti smittu, og tað er eingin heilivágur at viðgera fólk, sum eru vorðin smittað. ??Ein uggi er tað, at mýggjarbitin, sum hevur smittuna í sær, er ikki á okkara leiðum.