Lívsneyðug stig hjá B36

B36 kendi kravið, og teir fingu eisini trý stig móti Skála, men tað var kortini ikki meira enn akkurát, og í seinasta minuttinum fingu teir ein ordans hvøkk frá gestunum

Løgmanssteypið

Har var eingin pardón hjá B36, tá leikararnir fóru á vøllin til triðja dystin í kappingini um Løgmanssteypið. Eftir stigaleysar uppgerðir móti bæði GÍ og HB var kravið heilt einfalt trý stig, tá Skála kom á vitjan í Gundadali.
Hesum kravinum eftirlíkaði leikararnir á tí, sum verður sum sterkasta lið í Føroyum, eisini, men tað var so heldur ikki meira enn akkurát.

Linlig uppgerð
Um sjálvan dystin er at siga, at hann fyri tað mesta var rættiliga rótutur. Kanska var spælið heldur frægari í fyrra hálvleiki, men har varð kortini ikki so nógv skapt. Ikki annað enn teir báðir møguleikarnir, sum B36 skoraði uppá.
Hitt fyrra av málunum kom eftir gjøgnumbrot hjá Heðin á Lakjuni. Hann sendi bóltin innfyri úr vinstru, og har kundi Julian Johnsson við høvdinum stýra í kassan. Og alt tóktist ganga rætta vegin hjá B36, tá teir nakað seinni fingu brotsspark. Skálamenn vildu annars vera við, at Jákup á Borg var togaður niður uttan fyri brotsteigin, men dómarin peikaði á ellivu-metra blettin, og so var John Petersen tryggur móti bygdarfeløgum sínum.
Sjálvt splið batnaði ikki seinna umfarið, men møguleikarnir vórðu nú fleiri. B36 hevði fleiri ferðir góðar møguleikar, men teir kastaðu einki av sær, og so við og við kom Skála alt betri við. Og brádliga fingu teir eisini spenning í, tá eitt horna slapp at ferðast til ein púra leysan Hanus Thorleifsson, sum úr stuttari fjarstøðu kundi beina bóltinum inn.
Tað eydnaðist tó B36 at halda fast, men tað var ikki meira enn akkurát. Størsta forskrekkilsi fingu teir, tá hálvur triði av teimum trimum eykaminuttunum var farin. Alexandur Johansen tók ímóti eini sending, og eftir at hava tamt, meddaði hann til, men Tróndur Vatnhamar í B36 fekk kortini vart fyri, soleiðis at stigini vórðu verandi í Havnini.

Kravið er greitt
Og tað er einki at ivast, at enn ein stigamissur her vildi verið nakað, sum líktist eini katastrofu fyri B36. Hesa ferð høvdu teir fleiri av teimum, sum hava verið úti við skaða, við aftur, men avrikið skal tó lyftast nógv, áðrenn eitt pláss í hálvfinalunum er víst.
Hetta fer helst at krevja í minsta lagi níggju stig, og seks av hesum skulu so fáast til høldar í teimum trimum seinastu dystunum.

Dysturin í tølum
B36-Skála 2-1 (2-0)
1-0: Julian Johnsson
2-0: John Petersen
2-1: Hanus Thorleifsson