Lívssólin mín

Yrking

Í lívsins urtagarði sá eg teg
Ein sól ið skein hitaði hjartað
Glæman lýsti veg inn til tín
Varð ósikkur bangin um at særa
Tó kærleikshugur sterka kensla er
Varrar møttust ástarkossur heitur
Kærleiksrósan vaks undir klárum himni

Sum tíðin leið gróðursett í degi
Sterka kensla rúnarbundin ást
Fylgjast í øllum lívsins verki
Nornan spinnur lagnutráður sterki
Maður kvinna fáa har at virka.

Tá lívssólin úr eystri stígur
Móti vestri skundar har sær
Fylgjast vit í tí mikla skyni
Royna treða jarðargøtu reina
So eingin annar illa fara skal
Liva við fyriliti og umsorgargleði
Tá skal hjálpsemi ei har tróta.

Her í heimsins stóra meldri
Reiður lagnan øllum jarðarból
Tó tá dagur komin er í vestur
Jarðarsólin farin er í kav
Himins portur opnast tá tær.