Lívstryggingin 316 milliónir í halli

P/F Føroya Lívstrygging hevði ársaðalfund 23. mai 2012, har ársroknskapur varð framlagdur og góðkendur.

Ársúrslitið hjá samtakinum, sum fevnir um P/F Føroya Lívstrygging og P/F Tryggingarfelagið Lív, gjørdist eitt hall á 316 mió. kr. eftir skatt.

Høvuðsorsøkin til hallið er, at avsetingarnar til lívstryggingar eru hækkaðar. Hetta kemst av, at uppgerðarrentan er lækkað í samsvari við lága rentustøðið á fíggjarmarknaðinum. Uppgerðarrentan er renta, ið avsetingar fyri lívstryggingarvirksemi verður uppgjørd eftir.

P/F Tryggingarfelagið Lív er felagið, sum teknar tryggingar í dag. Í 2011 vaks talið av tryggingartakarum 14%. Felagið hevði eitt avlop á 8,1 mió. kr. og eitt íløguavkast á 10,2% eftir fyrisitingarkostnað.

Hóast 2011 var merkt av stórum rembingum á fíggjarmarknaðinum, megnaði samtakið at fáa eitt nøktandi avkast av íløgunum. Partabrøvini góvu eitt hall á 4,6%. Til samanberingar kann nevnast, at OMX C20 vísitalið, ið vísir avkastið á 20 teim størstu fyritøkunum á keypsskálanum í Keypmannhavn, í sama tíðarskeiði er fallið 14,8%.

Í 2011 var meginparturin av íløgunum hjá samtakinum í lánsbrøvum. Orsakað av lækkaðu lánsbrævarentunum í 2011, hækkaðu kursirnir. Lánsbrøvini góvu tí eitt avkast á 7,5%.

Nevndin stendur fyri vali á hvørjum ári. Á ársaðalfundinum bar Jógvan Mørkøre seg undan afturvali, og í hansara stað varð Palli Petersen valdur. Hinir nevndarlimirnir vórðu afturvaldir. Teir eru Finn Danberg, Gunnleyg Árnafjall, Kári Petersen og Gunnleivur Dalsgarð.