Lívsvísdómur er ókeypis, tó krevur tilgongdin tíð og orku

Tey, sum liva vaksna lívið gera væl, tá tey hava virðing fyri samanhaldi, vitan og gransking. Um hetta er ein náttúrligur partur í vaksna lívinum, gerst hetta eisini tað hjá teimum, sum koma eftir. Barndómur og ungdómur duga sjálvi at lesa og at søkja sær vísdóm og lærdóm - hetta tó best við vegleiðing

Lívið um vitanina

Vitan er so mangt. Vit eru øll ymisk, og hava tí øll sera ymiska tilgongd og krøv til vitan. Onki er sum so absolutt, tó eru tað óivað fleirtáttaða vitanin, sum er løtt at bera. Mál, mentan, lívsspæl og fakligheit. Vitanin, sum er grund fyri einum lívi við innihaldi, og sum gevur okkum allar teir óteljandi møguleikar dagsins menniskja hevur.

 

Vitan hevur sítt egna lív, sum øll ella kanska heldur eingin eigur. Hetta lív má menniskjað sjálvt leita til og ogna sær. Her síggja vit best, at menniskjað lærir av tí tað ger. Hetta krevur tó eitt umhvørvi, har onkur vísir veg.

 

Her hevur sosiala netið stóran týdning fyri vitanarmenning hjá børnum og ungum. Okkum nýtast ikki at tøma mappuna ella vinna í lottospæli, um vitanin skal gerast okkara. Umhvørvið hjá børnum og ungum eigur miðvíst at stimbra hesa tilgongd. Ikki bara dagrøktarar, námsfrøðingar, lærarar ella tey, sum dagliga eru um tey, men eisini heim teirra.

 

Lívið við borðið

Heima er eitt borð, so at kalla “hjarta” í heiminum. Hetta borð er ein miðdepil fyri alla familjuna. Borðið stendur har familjan vanliga savnast. Við borðið fara fleiri av dagsins máltíðum niður um, her kunnu liggja brettspøl, ein seðil sum gevur boð um, hvar mamma ella pápi eru, eitt hugnaligt stað við onkrum leskiligum afturvið og fleiri onnur góð tiltøk. Líka sum eitt stað, har øll - uttan mun til, hvussu mong eru ella hvussu familjan annars er samansett - savnast til sosiala samveru og samskifti.

 

Kanska nakað romantiskt, og kanska halda vit, hoyrir ikki rættiliga tíðini til. Tó veit eg, at nakað er um tað. Óivað kenna fleiri hesa myndina aftur úr egnari søgu. Hvussu sær sama myndin so út í dag?

 

Vit kunnu væl spyrja, og víst eru mangir møguleikar, tó er vitleyst at undirmeta týdningin av at savna familju, vinir og kenningar um borðið at tosa um tað, sum rørir seg í gerandisdegnum, og tað, sum hevur týdning fyri hvønn annan. Hetta mennir sosiala samveru, sum er uppbyggjandi og positiv fyri børn og ung. Ongin stýring og noyðsla, einans ein góður møguleikar at fáa børn og ung á fund við borðið - at menna mentanartilvitið og almennu vitanina.

 

Lívið broytt

Uttan víðari ella djúpari gransking, havi eg tó hug at halda, at hetta hjarta í hvørjum heimi bankar heldur tamari enn í omanfyri lýsing av lívinum um borðið. Sjálvt um borðið stendur í sama stað, er tó lívið um borðið broytt.

 

Lívið hevur fingið ferð og fólk hava nógv at gera. Onkur er fluttur yvir á telduborðið, fleiri sita við eini lítlari hondteldu við spæli, onnur sita við sjónvarpið, fleiri eta heldur inni á stovukenda kamarinum ella kanska úti á matstovu. Onnur hava sett matin í eldfasta ílatið við komfýrin, so húsfólk kunnu fáa sær, tá ið tey hava tíð. Torført er jú at savna øll, sum hava hvør sítt ítriv, somu tíð.

 

Lívið endurnýggjað

Krevjandi gerandisdagurin eigur ikki at gerast eitt einaralív, har hvør passar seg og uttan hjálp og vegleiðing setur egna dagsskrá. Frælsið gevur eina einastandi ábyrgd av, at lívið ikki gerst ein eistaklinga uppgáva, men at vit taka okkum av hvør øðrum og hava áhuga.

 

Hetta er løtan at seta út í kortið kós fyri menning av børnum og ungum. Um samanhald, vitan og gransking ikki er náttúrligur partur í vaksna lívinum, gerst tað heldur ikki náttúrligt hjá teimum, sum koma eftir. Tí tá børnini og tey ungu skulu taka ábyrgd, er at størsta týdningi, at tey eru til uppgávuna búgvin.

 

Saman við dagrøktarum, námsfrøðingum, lærarum, eru tað tó foreldur og avvarandi, sum hava størstu ávirkan á børnini og tey ungu. Vegvísararnir, sum eggja eitt livandi lív og hjálpa unga ættarliðnum at seta kós. Lívsvísdómur er ókeypis, tó krevur tilgongdin bæði tíð til samveru og nógva orku.