Týski landsliðsvenjarin er greiður yvir, at teir eru favorittar at vinna dystin, men hann væntar sær ikki nakran lættan dyst.
«At spæla móti Grikkalandi er sum at renna seg í klett, sigur Joachim Löw.
Týskland er ein av stóru favorittinum at vinna EM og tí skuldi Grikkaland ikki verið nøkur forðing. Men týski landsliðsvenjarin er varin tá tosið fellur á mótstøðuliðið.
«Vit eru favorittar. Tað er logist og tað kunnu vit liva við. Men vit vita eisini, at hesir alt ella einki dystirnir liva sítt egna lív. Tá dysturin eina ferð er byrjaður, so telur tað einki at tú ert favorittur fyri einki, sigur Joachim Löw.
Tað er serliga í verjupartinum, at grikkar eru stinnir. Liðið er væl skipað og tað er torført at bróta niður. Tað veit Joachim Löw eisini.
«Grikkaland er ikki eitt lið, sum verður pettað sundur. Vit sóu teir eisini taka øll av bóli móti Russland við at vinna 1-0 og koma víðari. Tú kanst aldrin avskriva grikkar, sigur Joachim Löw við uefa.com.
Dysturin byrjar klokkan 19:45 í kvøld.