Týska fótbóltslandsliðið hevur havt nógv at siga fyri samleikan, stoltleikan og felagskensluna hjá týskarum síðani 1954 tá "Die Mannschaft" eisini nevndir "Nationalelf" vunnu HM-gull í einari minniligari HM-finalu ímóti einum krútsterkum ungarskum liði.
Tí kom tað illa við hjá týskarum, at teirra ítróttarstoltleiki aftaná eyðmýkjandi 0-2 tap ímóti Suðurkorea vóru sendir úr HM-kappingini. Hetta er fyrstu ferð síðani 1938, at týska landsliðið í einum HM-endaspæli ikki er millum átta tey bestu liðini.
Aftaná eyðmýkjandi tapið ímóti Suðurkorea hava atfinningarnar verið nógvar ímóti høvuðsvenjaranum, Joachim Løw, ið hevur verið høvuðsvenjari hjá týska landsliðnum síðani 2006.
Undan HM-endaspælinum longdi týska fótbóltssambandið sáttmálan við 58 ára gamla Joachim Løw fram til 2022.
Týska fótbóltssambandið hevur í dag boðað frá í tíðindaskrivi, at ein samd starvsnevnd í Deutcher Fussball Bund hevur valt at halda fast við sáttmálan við Joachim Løw, ið sleppur at halda fram í starvinum sum týskur landsliðsvenjari.
Um sæð verður burtur frá HM-endaspælinum hesaferð hevur tað annars gingið framúr væl hjá Joachim Løw.
Í 2014 vann hann HM-gull og í 2010 vann hann HM-bronsu. Í 2017 vann hann Confederations Cup, og í 2008 vann hann EM-silvur. Í 2012 og 2016 rakk hann saman við týska liðnum til EM-hálvfinalurnar, so talan er í roynd og veru bara um ein heilkiksara hjá Joachim Løw, og hann var í ár.