Laborantur í fast starv á Mikrobiologisku kanningarstovuna

 

Vit sóknast eftir starvsfólki til Mikrobiologisku kanningarstovuna á Heilsufrøðiligu starvsstovuni.

 

Saman við patologisku og kemisku kanningarstovunum, er Mikrobiologiska kanningarstovan partur av einum virknum umhvørvi á Debesartrøð við fleiri enn 20 starvsfólkum.

 

Arbeiðið er skipað við skifti millum arbeiðsuppgávur, soleiðis at tú kemur at arbeiða við ymiskum avbjóðingum.

 

Starvsinnihald

 

  • Mikrobiologisk kanningar av:
    • Matvørum
    • Vatni og sjógvi
    • Fóðri
    • Umhvørvi
  • Innkoyring av kanningarhættum
  • Menning og viðlíkahald av góðskuskipan
  • Arbeiði við telduskipanum, so sum LIMS og PCR dátuviðgerð
  • Samskifti við viðskiftarar og eftirlitsdeildir
  • Annað vanligt arbeiði á kanningarstovu

 

Krøv til útbúgving og førleikar

 

Tú skalt hava lokið prógv sum laborantur. Neyðugt er at duga føroyskt og/ella annað norðurlendskt mál.

 

Harafturat er tað fyrimunur, um tú hevur royndir við:

 

  • Arbeiði á kanningarstovu
  • Góðskustýring – serliga eftir ISO 17025
  • Telduskipanum til kanningarstovur og journalskipan

 

Vit vænta eisini at tú:

 

  • Dugir at arbeiða miðvíst, bæði sjálvstøðugt og saman við øðrum
  • Ert fyrikomandi og dugir væl at samskifta og samstarva

 

Tíð og setanarviðurskifti

 

Starvið er fast  starv, við setan frá 1. november 2021, ella skjótast til ber. Starvið er skipað á Mikrobiologisku kanningarstovuni, men tú fert eisini at samstarva við hinar kanningarstovurnar á Heilsufrøðiligu starvsstovuni. Arbeitt verður fulla tíð. Av og á skal roknast við arbeiði í vikuskiftum.

 

Lønt verður sambært sáttmála millum Starvsmannafelagið og Fíggjarmálaráðið. Sí sáttmála og lønartalvu á www.fmr.fo.

 

 

 

Umsókn

 

Umsókn við avriti av prógvi, eftirútbúgving, starvsroyndum og viðmælum, skal vera okkum í hendi í seinasta lagi fríggjadagin hin 24. september 2021. Umsókn skal sendast til [email protected]

 

Fleiri upplýsingar fáast við at venda sær til Jógvan Páll Fjallsbak, deildarleiðara á Mikrobiologisku kanningarstovuni, tlf. 556490, teldupostur [email protected]

 

Um Mikrobiologisku kanningarstovuna

 

Mikrobiologiska kanningarstovan, sum er partur av Heilsufrøðiligu starvsstovuni, veitir kanningar til eftirlit, vinnulív og gransking. Kanningarstovan er altjóða góðkend eftir DS/EN ISO/IEC 17025 og er undir eftirliti av DANAK (Dansk akkreditering). Á Mikrobiologisku kanningarstovuni eru 9 starvsfólk.