Lada í Formel 1

Russiski forsetin Vladimir Putin hevur almannakunngjørt, at navnið Lada verður at síggja í sambandi við Formel 1 koyring.

Lada er ikki eitt bilmerki, sum verður sett í samband við Formel 1, men nú hevur russiski forsetin Vladimir Putin almannakunngjørt, at navnið Lada verður at síggja í sambandi við Formel 1 koyring. Lada skal nevniliga sponsorera Formel 1 liðið hjá Renault komandi kappingarár.


Ein orsøk til at russar sponsorera Formel 1 koyringina er at russiski kappkoyrarin Vitalij Petrov, sum tann fyrsti russarin nakrantíð, skal luttaka í hesi koyring.


Í 2008 keypti Renault 25 prosent av partabrøvunum í russisku verksmiðjuna Autovaz, som m.a. framleiðir Lada bilarnar, fyri eina milliard dollarar.


.