Lada er ikki eitt bilmerki, sum verður sett í samband við Formel 1, men nú hevur fyrrverandi forsetin og núverandi premierministarin í Russlandi Vladimir Putin almannakunngjørt, at navnið Lada verður at síggja í sambandi við Formel 1 koyring. Lada skal nevniliga sponsorera Formel 1 liðið hjá Renault komandi kappingarár.
Ein orsøk til at russar sponsorera Formel 1 koyringina er at russiski kappkoyrarin Vitalij Petrov, sum tann fyrsti russarin nakrantíð, skal luttaka í hesi koyring.
Í 2008 keypti Renault 25 prosent av partabrøvunum í russisku verksmiðjuna Autovaz, som m.a. framleiðir Lada bilarnar, fyri eina milliard dollarar.
Lada hava annars ikki havt tað so gott seinastu árini. Í Danmark verða teir als ikki seldir meira.
Eftir at danski importørurin Nic. Christiansen A/S í Kolding ikki hevði selt ein einasta Lada seinastu tvey árini, var herfyri avger tikin um at lata Lada Danmark A/S aftur og gevast við at selja Lada. Seinastu 10 árini er seldir umleið 300 Lada bilar í Danmark.
Lada vóru nógv seldir í Danmark og eisini í Føroyum í 80-unum. Talan var um Lada við sama bilmodelli sum Fiat 124, men við Lada motori og teknikki. Lada verða tó framvegis seldir í Týsklandi við modellunum Kalina, Priora og Niva.
Lada verksmiðjan AvtoVAZ í Russlandi hevur annars stórar ætlanir viðvíkjandi bilaframleiðslu.
Málið er at framleiðslan skal trýfaldast næstu 10 árini.
Tað er alment kent at Vladimir Putin, sum hevur stóran áhuga fyri bilum og russiska bilaídnaðinum, hevur sett sær fyri at Lada bilarnir skulu verða fult á hædd við teir bestu vesturlendsku bilarnar um fimm ár.