GBOB kappingin koyrir í løtuni fyri fullari ferð yviri í London. Í kvøld fellur avgerðin um, hvør er heimsins besti nýggi bólkur 2008
26 lond luttaka í heimsfinaluni í ársins GBOB kapping, sum merkir, at føroysku Lady Fire í løtuni kappast ímóti 25 øðrum bólkum um teir 100.000 dollararnar og heiðurin sum Heimsins Besti Nýggi Bólkur 2009.
Finalan er í tveimum pørtum. Fyrsti partur var í gjárskvøldið, tá m.a Lady Fire framførdu. Annar partur verður í kvøld, tá m.a íslendsku Agent Fresco, sum hava klára seg væl á eitt nú Iceland Airwaves, luttaka.
Orðið ljóðar úr London, at Lady Fire stóðu seg væl í gjárskvøldið og higartil liggja millum bestu bólkarnar í kappingini. Oddamaðurin fyri GBOB Føroyar, Jón Tyril, sigur hetta:
- Einki er vist, fyrr enn vit hava hoyrt restina av bólkunum í kvøld, men tað eru fleiri, bæði týdningarmikil fólk í tónleikavinnuni og onkur av dómarunum, sum hava sagt, at Lady Fire eru millum teir frægastu bólkarnar. Onkur hevur eisini viðmerkt, at Føroyar hava havt góðar bólkar við í kappingini hvørt ár, og at tað er ótrúligt, at tað kunnu vera so nógvir góðir bólkar í Føroyum. Summi halda, at tað má liggja í genunum hjá okkum. Tann mest positivi frá í gjár hevði sett lærlingin hjá sær at leita eftir einum lagi hjá Lady Fire í 4 tímar. Í kvøld hevur hann tikið ein high profile produsara við og vónar, at Lady Fire vinna, so hann kann hoyra teir aftur.
- Eg havi góðar vónir fyri teimum, men fái illa sagt nakað endaligt, fyrr enn seinni í kvøld.
Úrslitið av GBOB heimsfinaluni verður til reiðar um 23.00 tíðina í kvøld.
Lesa meira um GBOB á www.gbob.com