Sangurin hjá Lady Gaga, sum eitur "Born This Way", minnir rættiliga nógv um lagið "Express Yourself", sum popdrotningin Madonna sang á fjóðru fløgu síni, ið ber heitið "Like a Prayer". Í eini samrøðu við amerikanska blaðið Newsweek sigur Madonna, at hon heldur, at sangurin hjá Lady Gaga líkist sera nógv hennara hitti frá 1989. Javnan hoyra vit um eldri tónleikarar, ið leggja yngri sangarar undir at stjala brot úr løgunum hjá eldru tónleikarunum, men so er ikki í hesum føri. Madonna sigur seg fegnast um, at Lady Gaga hevur fingið íblástur frá "Express Yourself".
- Tá eg hoyrdi "Born This Way" fyrstu ferð, hugsaði eg, at hetta er ein frálíkur máti at endurnýggja mín tónleik. Broytingarnar í akkordunum dugdi eg at hoyra beinaveg og ja, eg haldi tað er áhugavert, sigur Madonna við blaðið Newsweek.