Nú verður uppaftur nógv bíligari at koyra ígjøgnum Norðoyatunnilin.
Nevndin fyri Norðoyatunnilin hevur nevniliga avgjørt at lækka prísirnar á nýggjárinum. Lækkingin er galdandi fyri persónbilar við haldi, og í hesum sambandi lækka túrahaldini 20 prosent, úr 50 krónum, niður í 40 krónur, og árshaldini lækka 14 prosent, úr 700 krónum um mánaðin, niður í 600 krónur.
- Fyri tey, sum hava árshald í báðum tunlunum, verður prísurin 1.000 krónur um mánaðin, men tað verður eingin prísbroyting fyri einstakar túrar, og fyri akfør, sum eru longri enn seks metrar.
Hóast príslækkingina í Norðoyatunlinum, kunnu haldini, eins og áður, nýtast í báðum tunlunum. Tá koyrt verður ígjøgnum Norðoyatunnilin verða 40 krónur trektar av og 30 krónur verða trektar av haldinum, tá ið koyrt verður ígjøgnum Vágatunlinum.
Nevndin sigur í tíðindaskrivi, at ferðslan í Norðoyatunlinum er vaksin støðugt síðani hann lat upp, og tá hetta árið er av, hava væntandi útvið 900.000 akfør koyrt í Norðoyatunlinum í ár.
Higartil í ár, frá januar til november, er ferðslan økt seks prosentum aftur ímóti sama tíðarskeiði í fjør.
- Økta ferðslan, og lækkandi rakstrarkostnaður, hevur havt við sær, at prísirnir fyri at koyra ígjøgnum tunnilin, er javnt og samt, lækkaðir, so hvørt roknskaparliga støðan er batnað.
Grundarlag er nú aftur fyri at lækka prísirnar fyri at koyra gjøgnum Norðoyatunnilin, sigur nevndin.