Lækka ikki skattin í Klaksvík

Hóast nýggja andstøðan í Klaksvíkar býráð hevur meiriluta í gamla býráðnum, so fara tey ikki at gera sær dælt av støðuni

Nýggja býráðið í Klaksvík skipar seg á býráðsfundi í kvøld – og hóskvøldið fer gamla býráðið at viðgera fíggjarætlanina fyri næsta ár.

 

Skattaprosentið í Klaksvík er 20,75 prosent, men tað liggur ikki í kortunum at lækka skattaprosentið hesaferð. Heldur ikki hóast nýggja andstøðan í Klaksvíkar býráð nú hevur meirilutan í gamla býráðnum, sum skal samtykkja fíggjarætlanina hóskvøldið.

 

– Nei, vit fara ikki at gera nakað tílíkt í óðum verkum. Vit lækkaðu skattin 1,25 prosent seinast, og tað er ikki ætlanin, at skattaprosentið skal broytast nú, sigur Gunvá við Keldu, sum er fyrstvald á fólkaflokslistanum, og sum eisini var borgarstjóri í næstsíðstu setu.

 

Á valinum í 2012 varð Fólkaflokkurin settur uttanfyri valdið í Klaksvík. Flokkurin hevði fekk á valinum í 2008 og í 2012 fimm býráðslimir. Í 2008 fekk Sjálvstýrisflokkurin ein býráðslim, Jógvan Skorheim gjørdist varaborgarstjóri, og Gunvá við Keldu borgarstjóri. Eftir valið í 2012 fekk Jógvan Skorheim møguleikan at gerast borgarstjóri í samgongu millum Tjóðveldi, Javnaðarflokkin og Sjálvstýrisflokkin. Tá varð Fólkaflokkurin, sum størsti flokkur, settur uttanfyri.

 

Á valinum hesaferð eydnaðist Sjálvstýrsiflokkinum aftur at tvífalda umboðanina við at fáa fýra umboð vald. Sjálvstýrisflokkurin fekk seks atkvøður fleiri enn Fólkaflokkurin, sum í mannaminni hevur verið nógv størsti flokkur í Klaksvík. Sjálvstýri fekk 1.098 atkvøður og Fólkaflokkurin 1.092, ávikavist 33,4 og 33,2 prosent.

 

– Soleiðis eru treytirnar í politikki. Viðhvørt ert tú við og viðhvørt ert tú uttanfyri, og tað er øðiliga keðiligt at vera uttan ávirkan, sigur Gunvá við Keldu.

 

Men hon sigur, at hon og flokkurin samstarvar væl við meirilutan.

 

– Eg haldi, at vit hava fingið væl burturúr. Eitt nú skutu vit upp at hækka barnafrádráttin, og tað tók meirilutin undir við. Tað eru fleiri viðurskifti, vit eru samd um, og sum vera man eru eisini onkrar ósemjur. Men eg haldi, at vit hava gott stev í býráðnum í Klaksvík, sigur Gunvá við Keldu.

 

Hon vísir á, at tíðirnar hava verið góðar, at inntøkurnar enn eru vaksandi, og at tað enn sær bjart út, hóast onkur myrk skýggj hómast.

 

Í talvuni niðanfyri sæst býtið av atkvøðunum á býráðsvalinum í Klaksvík. Átta atkvøður skilja seinna umboðið hjá Javnaðarflokkinum og Tjóðveldinum.

 

Listi

A

Nr.

B

Nr.

C

Nr.

D

 

E

Nr.

Atkvøður

1.092,00

2

149,00

6

484,00

6

1.098,00

1

468,00

7

Atkv./2

546,00

4

74,50

 

242,00

11

549,00

3

234,00

 

Atkv./3

364,00

9

49,67

 

161,33

 

366,00

8

156,00

 

Atkv./4

273,00

10

37,25

 

121,00

 

274,50

9

117,00

 

Atkv./5

218,40

 

29,80

 

96,80

 

219,60

 

93,60

 

Atkv./6

182,00

 

24,83

 

80,67

 

183,00

 

78,00

 

Atkv./7

156,00

 

21,29

 

69,14

 

156,86

 

66,86

 

Atkv./8

136,50

 

18,63

 

60,50

 

137,25

 

58,50