- Fólkið á Eiði tjenar munandi meiri nú enn fyri nøkrum árum síðani, sigur Jógvan í Skorini, borgarstjóri. Hetta merkir, at inntøkur komunnurnar eru vaksnar og bygdaráðið hevur tí tikið avgerð um at lækka skattin við tveimum prosentstigum komandi ár.
Borgarstjórin dylir ikki fyri, at hetta er ein partur av kappingini við hinar kommunurnar um at lokka nýggjar íbúgvar til sín, og hann vísir á, at Eiðis kommuna hevur millum hægstu barnafrádráttir í landinum.
- Ein familja kann spara 20.000 krónur pluss, við at flyta til Eiðis, sigur hann.
Eiðis kommuna ger tí ein ordans vørr, tá tað snýr seg um at áseta kommunu-skattaprosentið, tí alt bendir á, at tað næsta ár verður heili tvey prosent lægri, enn tað er nú.
Eiðis kommuna, sum fevnir um 687 borgarar í bygdunum Eiði, Ljósáir og Svínáir, fer týsdagin undir fyrstu viðgerð av fíggjarætlanini fyri 2016, og har er ætlanin at lækka skattaprosentið úr 20,75 niður í 18,75 prosent.
Hendir tað, fer Eiðis kommununa at hava triðlægsta skattaprosent í landinum, og eisini barnafrádrátturin upp á 7.500 krónur, sum frammanundan telist millum teir hægstu í landinum, verður eftir uppskotinum óbroyttur.
Trýst á pílin undir myndini fyri at hoyra samrøðuna hjá Hilmar Jan Hansen við Jógvan í Skorini.