Læknahúsið í Berjabrekku liðugt umvælt

Í samband við, at Læknahúsið í Berjabrekku er nýumvælt, skipar Tórshavnar kommuna fyri almennari móttøku í hølunum í Berjabrekku 1 fríggjadagin 1. desember 2023 frá kl. 14 til 16.

Í læknahúsinum í Berjabrekku húsast kommunulæknarnir Katrin Danielsen, Rúni Nólsøe, Sigrid Nónsgjógv og Inga Mareta Joensen.

 

1. mars 2024 kemur Jón Roi Jacobsen eisini at starvast sum lækni í Berjabrekku.

 

Tórshavnar kommuna boðar frá at øll eru vælkomin til móttøkuna