Fyrireikararnir av oyggjaleikunum á Jersey kýta seg veruliga fyri, at tað skal verða so trygt og gott hjá íðkarunum, sum til ber.
Jersey Evening Post skrivar, at væl mannað læknalið við læknanum, Adam Garnett á odda eru klár at traðka til, tá tað verður brúk fyri teimum á leikunum. Adam Garnett sæst fremst á myndini hjá Jersey Evening Post saman við arbeiðsliði sínum.
Talan er 20 læknar og sjúkrarøktarfrøðingar, sum sjálvboðið hava teknað seg til at gera sín part fyri, at oyggjaleikirnir skulu kunna veita allar neyðugar tænastur og hjálp til íðkararnar.
Adam Garnett er ikki óroyndur, tá tað kemur til ítróttarleikir. Hann hevur áður verið við í læknaliðum, sum hava verið tøk á paralympisku leikunum í London í 2012, og commonwealth-leikunum, sum vóru í Glasgow í Skotlandi í 2014.
Adam Garnett sigur við Jersey Evening Post, at hann vónar, at læknaliðið fær dekkað øll ítróttarøkini á leikunum, so vissa altíð er fyri, at ein frá læknaliðnum er tøkur, um brúk er fyri læknahjálp.