Skuldu vit í Føroyum fylgt donskum ásetingum, skuldi tað verið 47 læknar fleiri á Landssjúkrahúsinum. Tað vísir eitt yvirlit, vit hava sæð, yvir læknaligu støðuna á Landssjúkrahúsinum.
Nú nógv orðaskifti er um støðuna á Landssjúkrahúsinum, hava læknarnir víst myndugleikunum á, at læknatrot liggur sum ein bumba undir Landssjúkrahúsinum. Og verður einki gjørt við trupulleikan nu, fer støðan at versna munandi hesi næstu árini.
Læknarnir vísa á, at tað eru 36 yvirlæknar á Landssjúkrahúsinum í løtuni. Harafturat eru fýra størv, sum eru ósett. Tað er ringt at finna nakran til tey størvini, men eydnast tað, verða 40 serlæknar á Landssjúkrahúsinum.
Men skuldi Landssjúkrahúsið annars verið á sama stigi, sum heilsuverkið í Danmark er á, skuldi tað verið heili 43 yvirlæknar afturat á Landssjúkrahúsinum, so at teir vóru 83 serlæknar tilsamans.
Tað er at kalla á øllum økjum, at tað mangla yvirlæknar, men serliga stórt er trotið á psykiatarum Tað er bara ein yvirlækni í psykiatri, men skuldu vit verið á sama stigi sum í Danmark, skuldu tað verið átta yvirlæknar í psykiatri á Landssjúkrahúsinum.
Eisini á narkosuøkinum er stórt læknatrot. Har eru fýra yvirlæknar, men skuldi tað verið eftir donskum leisti, skuldu tað verið 10 narkosulæknar á Landssjúkrahúsinum. Men tað, sum ger støðuna á Landssjúkrahúsinum enn meiri spenta, er, at av teimum 36 yvirlæknunum, sum eru í starvi, eru heilir 14 yvirlæknir yvir 60 ár og fara sostatt frá hesi næstu árini fyri aldur. Hinvegin eru 22 av yvirlæknunum undir 60 ár.
Í yvirlitinum niðanfyri verður víst á hvussu tey ymsu økini eru mannað við serlæknum. Tað verður eisini víst, hvussu nógvir læknar skuldu verið fyri at verið á sama stigi sum í Danmark.
Men her skal leggjast afturat, at beint nú um dagarnar er søkt eftir einum serlækna afturat í gikt og eydnast at seta tað starvið, verða teir tveir í tali.
|