Lær at syngja jazz við Emiliu Mårtensson

Ein av mest spennandi sangarunum á jazzpallinum í London kemur til Føroya at spæla konsert í Norðurlandahúsinum. Men áðrenn konsertina bjóðar hon til verkstovu, har hon fer at undirvísa í jazzsangi. Hetta verður 14. mai kl 16-21.

Virðislønti jazzsangarin Emilia Mårtensson hevur svenskar røtur og býr og arbeiðir í London, har hon hevur vunnið sær nógva viðurkenning og uppbygt ein breiðan fylgjaraskara. Men skjótt kann hennara fangandi og tíðum sorgblíða rødd upplivast í Norðurlandahúsinum. Saman við viðurkenda klaverleikaranum Matt Robinson kemur Emilia Mårtensson fyri fyrstu ferð til Føroya at spæla konsert við nýggju verkætlan sínari Solitary Creatures. 

 

Sangarar, sum ynskja at læra um sangteknikkin hjá Emiliu, hava tó møguleikan at hitta hana longu dagin fyri konsertina. 14. mai hava hon og Matt Robinson nevniliga jazzsangskeið í Norðurlandahúsinum, har sangarar kunnu menna sínar sangdygdir. Endamálið við verkstovuni er at styrkja og nøra natúrliga ljóðið hjá hvørjum einstøkum sangara, men eisini at læra at improvisera, taka tónlistaligar avgerðir og at fylgja sínum tónlistaligu instinktum.

 

Fyri at luttaka skalt tú vera royndur sangari og vera yvir 18 ár. 

 

Skeiðið er 14. mai kl 16-21

Konsertin er 15. mai, kl. 16